Um AKF

Akademikarafelag Føroya (AKF) er eitt yvirskipað samstarvsfelag fyri feløg, hvørs limir hava
akademiska útbúgving. Limafeløgini eru:

     Magistarafelag Føroya

     Føroya Verkfrøðingafelag

     Føroya Byggifrøðingafelag

     Arkitektafelag Føroya

Endamálið við felagnum er at røkja felags áhugamál á tí starvsliga, lønarliga, fíggjarliga,
sosiala, mentanarliga, granskingarliga og útbúgvingarliga økinum og at styrkja samanhaldið
millum feløgini. Grundarlagið undir felagnum er, at sjálvstøðugu limafeløgini í AKF eisini taka
sær av tørvi limanna.