Magistarafelag Føroya

Magistarafelag Føroya - http://magistarin.wordpress.com/about/


Magistarafelag Føroya er yrkisfelag fyri fólk við akademiskum prógvi frá viðurkendum hægri lærustovni á Bachelor
støði ella hægri.

Endamál Magistarafelags Føroya er at virka fyri góðum, tryggum og mennandi arbeiðs- og lívskorum hjá limum
felagsins við:

1. at umboða og verja áhugamál limanna í øllum viðkomandi arbeiðsmarknaðar- og sáttmála viðurskiftum

2. at umboða og verja áhugamál limanna í øllum viðkomandi yrkisligum, fíggjarligum og sosialum viðurskiftum

3. at arbeiða fyri, at limirnir fáa høvi at varðveita og menna sín yrkisførleika

4. at vinna vísindum og akademiskum førleika best møguligan frama og sóma í samfelagnum

5. at styrkja samanhaldið í limaskaranum og stimbra til førleikameðvit á høgum støði bæði yrkisliga og siðsemiliga