19. august 2020
Kunning um ársaðalfundin hjá AKF 2020

Ársaðalfundurin verður leygardagin 29. august kl. 15 í
Kaffihúsinum. Aðalfundurin verður hildin sambært almennu tilmælunum viðvíkjandi
koronasmittuni. Í hesum sambandi verða tey sum ætla sær at luttaka á aðalfundinum
biðin um at siga frá á akf@akf.fo í seinasta
lagi mánadagin 24. august.


Aftaná aðalfundin bjóðar AKF okkurt til matna.


Verður neyðugt at leita sær annað høli fyri at ganga almennu
tilmælunum á møti, verður kunnað um hetta á www.akf.fo