30. juni 2009
Nevndin í Magistarafelagnum skipað seg
Á aðalfundinum 29. mai 2008 varð Elspa Petersen, djóralækni, sum starvast á Heilsufrøðiligu Starvsstovu vald í nevnd fyri Noomi í Dali, sum ikki ynskti at halda fram. Eisini stóðu fyri vali Tróndur Leivsson og Hans Mourits Foldbo, og vórðu teir afturvaldir.

Nevndin hevur nú skipað seg, og nýggja nevndin sær soleiðis út: Erla Olsen, forkvinna, Tróndur Leivsson, næstformaður, Elspa Petersen, kassameistari, Hans Mourits Foldbo skrivari, og Peter Østergaard er nevndarlimur.

Í formansfrágreiðingini fyri 2008 greiddi Tróndur Leivsson frá um tey mál sum hava merkt 2008. Talan er bæði um persónsmál, um almennar stovnar, men eisini tilgongdin at stovna Akademikarafelag Føroya merkti virksemið í 2008.