Viðtøkur fyri Akademikarafelag Føroya, AKF
Navn og endamál
§ 1. Akademikarafelag Føroya (AKF) er eitt yvirskipað samstarvsfelag fyri feløg, hvørs limir hava Akademiska útbúgving.Stk. 2. Heimstaður felagsins er Tórshavn.
Stk. 3. AKF yvirtekur samráðingarrættin, ið limafeløgini higartil hava havt. AKF skal miða eftir at fáa sáttmálar við allan føroyska arbeiðsmarknaðin. Nýggj sáttmálaøki skulu frammanundan góðkennast av tí limafelagnum, hvørs limir arbeiða á økinum.
Stk. 4. Endamálið við felagnum er at røkja felags áhugamál á tí starvsliga, lønarliga, fíggjarliga, sosiala, mentanarliga, granskingarliga og útbúgvingarliga økinum og at styrkja samanhaldið millum feløgini. Grundarlagið undir felagnum er, at sjálvstøðugu limafeløgini í AKF eisini taka sær av tørvi limanna.
Stk. 5. AKF skal í sínum virki bæði í sáttmálasamráðingum og í øðrum arbeiðsmarknaðarpolitiskum høpi stremba eftir, at útbúgving og fakligur førleiki sæst aftur í setanartreytum og samsýning.
Stk. 6. Felagið skal eisini:
1. Taka sær av felags áhugamálum mótvegis arbeiðsgevarum, myndugleikum, fjølmiðlum o.ø.
2. Samstarva við fakfeløg og aðrar samstarvspartar innan- og uttanlands.
3. Í tann mun, limafeløgini leggja sínar uppgávur til AKF at røkja, tá at veita limum teirra sakkøna hjálp
í hesum førum.
4. Arbeiða fyri fakpolitiskari útbúgving.
Limaskapur
§ 2. Limir í AKF kunnu gerast fakfeløg, hvørs limir í minsta lagi hava bachelor – ella samsvarandi hægri, akademiska útbúgving.
Stk. 2. Avgerð um upptøku av nýggjum limafelag verður tikin á aðalfundi.
Viðurskifti við limafeløgini
§ 3. Mál av felags áhuga millum feløgini kunnu leggjast fyri AKF. AKF kann røkja og umsita tær uppgávur fyri limafeløgini, ið semja er um at leggja til AKF.
Stk. 2. Arbeiðsbýtið millum AKF og limafeløgini skal skipast í greiðar avtalur.
Stk. 3. Limafeløgini binda seg til at veita AKF arbeiðsmegi og aðra hjálp, tá ið AKF skipar fyri serligum tiltøkum.
Stk. 4. Viðtøkubroytingar og serlig tiltøk hjá limafeløgunum skulu í góðari tíð frammanundan verða send AKF til kunningar.
Stk. 5. Limafelagslimir, ið heilt ella munandi eiga privat virki, og í tí hava arbeiðsgevaraskyldur ella útinna leiðslurætt, har ið AKF hevur sáttmálaøki, kunnu eftir egnum ynski verða frítiknir fyri verkfalsskyldu og at rinda í verkfalsgrunn.
Stk. 6. Limafelagslimir sbrt. stk. 5 kunnu ikki, um teir eru frítiknir fyri verkfalsskyldu og at rinda í verkfalsgrunn, ella um teir hava arbeiðagevaraskyldur ella útinna leiðslurætt í egnum virki, har ið AKF hevur sáttmálaøki, vera nevndarlimir í AKF.
Limagjald
§ 4. Limafeløgini rinda limagjald í mun til limatal. Limatalið 1. januar er grundarlagið undir gjaldinum.
Stk. 2. Limagjaldið verður ásett á aðalfundinum hjá AKF.
Stk. 3. Limagjaldið verður goldið frammanundan, og í eins stórum pørtum hvønn ársfjórðing.
Stk. 4. Er limafelag í eftirstøðu, missa limir tess atkvøðu- og uppskotsrætt á aðalfundi hjá AKF.
Skipan
§ 5. Hægsti myndugleiki í AKF er aðalfundurin.
Stk. 2. Ársaðalfundurin verður hildin hvørt ár.
Stk. 3. Millum aðalfundirnar er nevndin hægsti myndugleiki.
Nevndin
§ 6. Dagligu leiðsluna av AKF hevur nevndin.
Stk. 2. Limafeløgini tilnevna á ársaðalfundinum hvør sín nevndarlim og eykalim fyri tvey ár í senn. Stk. 3. Millum teir av feløgunum tilnevndu nevndarlimir, verða formaður og næstformaður valdir hvørt ár á aðalfundinum fyri 1 ár í senn.
Stk. 4. Í aðrar mátar skipar nevndin seg sjálv við kassameistara.
Stk. 5. Nevndin ger reglugerð fyri virksemi sítt.
Stk. 6. Nevndini er heimilað at seta fólk í starv og at rinda lønir.
Stk. 7. Um hesar viðtøkur ikki áseta annað, er nevndin viðtøkufør, tá ið meirilutin av nevndarlimunum eru møttir.
Stk. 8. Um hesar viðtøkur ikki áseta annað, verða allar avgerðir tiknar við vanligum meiriluta. Stendur á jøvnum, er atkvøða formansins avgerandi.
Stk. 9. Atkvøðast kann ikki við fulltrú.
Stk. 10. Nevndin hevur í felag ábyrgd av fíggjarligu og umsitingarligu viðurskiftum felagsins. Nevndin skal í minsta lagi syrgja fyri, at
1. fíggjarætlan verður gjørd,
2. útreiðsluskjøl og inntøkuskjøl verða bókað,
3. limagjøld verða kravd inn,
4. dagført bókhald og limalistar altíð eru til taks og
5. roknskapurin verður grannskoðaður.
Samráðingar og samráðingarúrslit
§ 7. Nevndin tekur sær av sáttmálasamráðingum felagsins vegna.
Stk. 2. Serstøk avtala verður gjørd um samstarvið millum limafeløgini og AKF í sambandi við sáttmálasamráðingar og møgulig stríðsstig.
Stk. 3. Góðkenning av samráðingarúrslitinum krevur, at allir nevndarlimir atkvøða fyri.
Stk. 4. Eru ein ella fleiri nevndarlimir ímóti at góðkenna samráðingarúrslitið, skal úrslitið leggjast fyri ein felags limafund til endaliga støðutakan. Á hesum fundi hava bert teir limir úr limafeløgunum atkvøðurætt, sum eru fevndir av viðkomandi sáttmálaøki. Kallað verður til fundar í fjølmiðlunum við í minsta lagi 24 tíma og í mesta lagi 36 tíma freist. Á skránni kann bert vera støðutakan til samráðingarúrslitið. Góðkenning er treytað av vanligum meiriluta (> 50% av teimum luttakandi við atkvøðurætti).
Ársaðalfundur
§ 8. Ársaðalfundurin hjá AKF verður hildin hvørt ár í apríl ella mai mánaði við luttøku av limunum í limafeløgunum.
Stk. 2. Tað áliggur nevndini í AKF at fyrireika aðalfundin
Stk.3. Aðalfundurin skal fráboðast limafeløgunum og lýsast á heimasíðu felagsins 2 mánaðir frammanundan. Aðalfundurin skal fráboðast í fjølmiðlunum 14 dagar frammanundan, og áminning verður send limafeløgunum og løgd á heimasíðu felagsins.
Stk. 4. Mál, uppskot og viðtøkubroytingar, ið skulu viðgerast á aðalfundinum, skulu verða nevndini í hendi í seinasta lagi 1 mánað undan aðalfundinum og limafeløgunum í hendi 14 dagar undan aðalfundinum.
Stk. 5. Skrá fyri aðalfundin:
1. Val av fundarstjóra og skrivara
2. Frágreiðing um virksemi felagsins í farna skeiði
3. Framløga av grannskoðaðum roknskapi til góðkenningar
4. Ásetan av limagjaldi
5. Viðgerð av innkomnum málum, uppskotum og viðtøkubroytingum
6. Fráboðan frá nevndunum í limafeløgunum um tilnevning av nevndarlimum og eykalimum í AKF
(annaðhvørt ár)
7. Val av formanni og næstformanni fyri 1 ár. Fyri formannin er hetta galdandi frá aðalfundinum 2024,
fyri næstformannin frá aðalfundinum 2023
8. Val av grannskoðara
9. Ymist
Stk. 6. Atkvøðugreiðslurnar skulu vera skrivligar, krevja í minsta lagi 2 limir tað. Atkvøðast kann ikki við fulltrú.
Eykaaðalfundur
§ 9. Eykaaðalfundur verður hildin tá ið,
1. meirilutin í nevndini í AKF krevur tað, ella
2. meirilutin í nevndunum í minst tveimum limafeløgum krevur tað.
Stk. 2. Eykaaðalfundur skal fráboðast limafeløgunum og lýsast á heimasíðu felgasins og fjølmiðlunum seinast 8 dagar eftir at nevndini hjá AKF hevur tikið avgerð um hetta, ella áheitan frá nevndunum í limafeløgunum er móttikin. Fundurin skal lýsast við minst 8 daga freist. Lýsingin skal nevna, hvørji mál eru á skránni.
Útmeldan
§ 10. Limafelag kann taka seg úr AKF við 1 ára ávaring til ein 1. januar.
Stk. 2. Limafelag, ið hevur tikið seg úr AKF, hevur ikki krav upp á afturgjalding av limagjaldi ella ognum.
Strikan av limum
§ 11. Um limafelag arbeiðir ímóti avgerðum og endamálum hjá AKF, kann aðalfundurin strika viðkomandi felag.
Stk.2. Eitt limafelag, ið er strikað, hevur ikki krav upp á at fáa nakað afturgoldið.
Roknskaparár og grannskoðan
§ 12. Roknskaparárið er álmanakkaárið.
§ 13. Ársaðalfundurin velur ein ella fleiri grannskoðarar.
Viðtøkubroytingar og samanlegging
§ 14. Til viðtøku av lógarbroytingum og samanlegging við annað felag krevst, at minst 2/3 av møttu limunum hjá limafeløgunum á aðalfundi atkvøða fyri.
Tekning, veðseting og ábyrgd
§ 15. Formaðurin saman við einum øðrum nevndarlimi tekna felagið. Til lántøku krevst samtykki frá nevndini. Keyp, søla og veðseting av føstum ognum krevur aðalfundarsamtykt. Limir felagsins ábyrgjast ikki persónliga fyri skyldum felagsins.
Avtøka
§ 16. AKF kann takast av eftir hesum treytum:
1. Lýst verður til aðalfund.
2. Avtøka skal verða tilskilað á skránni.
3. Meirilutin av limunum í limafeløgunum skulu vera møttir.
4. Av teimum møttu limunum skulu ¾ greiða atkvøðu fyri at avtaka AKF.
5. Eru ikki nóg nógvir limir møttir á fundi, skal verða boðað til eykaaðalfund við somu dagsskrá, og er hesin fundur altíð viðtøkuførur. Tað skulu ikki ganga meira enn 14 dagar frá fyrra fundinum til tann seinna. Avgerð verður at taka við vanligum meiriluta.
Stk. 2. Samtykkir aðalfundurin at taka AKF av, skal fundurin eisini taka avgerð um, hvussu verða skal við ognunum.
Viðtøkurnar samtyktar soleiðis á stovnandi aðalfundi tann 25. oktober 2008, og broyttar á aðalfundi 22. apríl 2022 og 28. apríl 2023