Søgan hjá AKF
Akademikarafelag Føroya varð stovnað 25. oktober 2008.
Feløgini í Akademikarafelag Føroya vórðu stovnað ávikavist: Føroya Verkfrøðingafelag í 1968, Føroya Byggifrøðingafelag í 1975, Arkitektafelag Føroya í 1981, Magistarafelag Føroya í 1984 og Felagið Føroyskir Sálarfrøðingar í 2000.
Síðani 1980’árunum hevur verið tosað um at skipa akademisku fakfeløgini í eitt meginfelag, og gjøgnum mong ár høvdu royndir verið at samskipa arbeiðið og ynskini hjá feløgunum.
Felagið skipað
Magistarafelag Føroya, Føroya Byggifrøðingafelag, Arkitektafelag Føroya og Føroya Verkfrøðingafelag gjørdu sín fyrsta felags sáttmála við Fíggjarmálaráðið fyri tíðarskeiðið 1. oktobur 2005 til 1. oktobur 2007. 4. desembur 2007 gjørdu feløgini aftur felags sáttmála, sum var galdandi frá 1. oktobur 2007 til 1. oktobur 2010 undir yvirskriftini ”semja millum Akademikarafelag Føroya undir stovnan og Fíggjarmálaráðið”.
Hetta var byrjanin til Akademikarafelag Føroya, sum formliga varð stovnað 25. oktobur í 2008 á stovnandi aðalfundi á Føroya Læraraskúla.
Felagið yvirtók samráðingarrættin vegna limafeløgini og skuldi miðja ímóti at fáa sáttmálar við allan føroyska arbeiðsmarknaðin. Avgjørt varð eisini, at felagið í samráðingum og arbeiðspolitiskum høpi annars skuldi stremba eftir, at útbúgving og fakligur førleiki síggjast aftur í setanartreytum og samsýning.
Í fyrstu nevndini hjá akademikarafelag Føroya komu Tróndur Leivson fyri Magistarafelagið, forfólk, Barbara Mikkelsen fyri Føroya Byggifrøðingafelag, næstforfólk, Christian Joensen fyri Føroya Verkfrøðingafelag, skrivari og Magni Dalsgaard fyri Arkitektafelag Føroya, kassameistari.
1. januar í 2021 gjørdist Felagið Føroyskir Sálarfrøðingar limur í Akademikarafelagnum, og 1. februar í 2021 varð aðalskrivari settur ½ tíð at skipa skrivstovu felagsins.
Síðani stovnanina er samlaða limatalið í Akademikarafelagnum vaksi støðugt. Í 2009 var limatalið upp móti 400, og 1. januar 2024 var limatalið góðar 750 limir.
Breitt virkisøki
Í uppskotinum til viðtøkur fyri felagið varð sagt, at Akademikarafelag Føroya er eitt yvirskipað samstarvsfelag fyri feløg, hvørs limir hava akademiska útbúgving á í minsta lagi bachelorstøði.
Endamálið við felagnum var at røkja felags áhugamál á tí starvsliga, lønarliga, fíggjarliga, sosiala, mentanarliga, granskingarliga og útbúgvingarliga økinum, og styrkja samanhaldið millum feløgini.
Felagið skuldi sambært viðtøkunum taka sær av felags áhugamálum mótvegis arbeiðsgevarum, myndugleikum og fjølmiðlum; samstarva við fakfeløg og aðrar samstarvspartar heima og uttanlands og veita limunum serkøna hjálp, um einstøku feløgini lótu hesa uppgávu upp í hendurnar á meginfelagnum.
Gjørt varð av, at limagjaldið skuldi verða ásett av aðalfundinum og verða skipað soleiðis, at tað er samsvarandi limatalinum hjá einstaka limafelagnum.
Dagligu leiðsluna av felagnum skuldi nevndin hava. Limafeløgini skuldu á árliga aðalfundinum tilnevna hvør sín nevndarlim og eykalim fyri tvey ár í senn. Aðalfundurin skuldi velja forfólk og næstforfólk millum teir valdu nevndarlimirnar. Nevndin kundi seta fólk í starv, helt hon tað vera neyðugt.
Forfólk í Akademikarafelag Føroya
2008-2010 Tróndur Leivsson (Magistarafelag Føroya)
2010-2018 Suni Joensen (Føroya Verkfrøðingafelag)
2018-2020 Ole Jensen (Arkitektafelag Føroya)
2020- Páll Nolsøe (Magistarafelag Føroya)