Avtalan um álitisfólk
REGLUGERÐ
fyri
álitisfólk
Millum Føroya Landsstýri og akademikarafeløgini verður henda reglugerð fyri álitisfólk gjørd.
§ 1
Tá tað á einum stovni ella eini deild starvast i minsta lagi 3 limir í einum av akademikarafeløgunum, hava hesir limir rætt til at velja sær eitt álitisfólk, sum ikki kann verða uppsagt, uttan uppsøgnin hevur verið til viðgerðar millum Føroya Landsstýri og avvarðandi felag.
§ 2
Tá tað á einum stovni ella einari deild starvast minni enn 3 limir í einum av teimum her nevndu akademikarafeløgum, men í minsta lagi 3 limir í akademikarafeløgunum tilsamans, koma hesir limir undir reglurnar fyri vali av álitisfólki eftir § l, soleiðis at limirnir hava rætt til antin at velja sítt egna álitisfólk ella at velja tað álitisfólkið, sum møguliga er valt eftir § 1, sum sítt álitisfólk.
§ 3
Til álitisfólk kann bert veljast tann, ið hevur fulltíðarstarv og hevur arbeitt á viðkomandi stovni ella deild í minsta lagi 1 ár, uttan so at tað av serligum orsøkum gerst neyðugt at víkja frá hesum.
§ 4
Valið hevur gildi, tá tað er góðkent av akademikarafelagnum/-feløgunum og fráboðað leiðsluni á avvarðandi stovni. Henda fráboðan eigur at verða gjørd í seinasta lagi 14 dagar eftir valið.
§ 5
Álitisfólkið hevur skyldu at ansa eftir, at lógir, sáttmálar og fyriskipanir, ið eru galdandi fyri arbeiðsplássið sum heild, verða yvirhildin, og skal virka fyri best møguligum samstarvi millum limirnar og leiðsluna.
§ 6
Álitisfólkið hevur rætt og skyldu til at tingast við deildar- og stovnsleiðsluna um øll tílík mál, sum av akademikarafelagnum/-feløgunum eru løgd til tess. Er álitisfólkið ikki nøgt við avgerð leiðslunnar, skal tað leggja málið fyri avvarðandi akademikarafelag/feløg
§ 7
Tá talan er um setan av starvsfólki ella uppsøgn, skal leiðslan samráðast við álitisfólkið á avvarðandi stovni ella deild. Verða partarnir ikki samdir, skal álitisfólkið leggja málið fyri akademikarafelagið/-feløgini.
§ 8
Álitisfólkið skal - í samráð við stovnin - í arbeiðstíðini hava møguleika fyri at taka sær av málum, ið viðvíkja starvsfeløgunum ella arbeiðsviðurskiftum á staðnum, tó soleiðis, at tað stendst so lítið tarn av hesum sum møguligt.
§ 9
Um limur er valdur í nevnd felagsins, skal honum verða givin heimild at fremja felagsarbeiði í vanligu arbeiðstíðini í givnum førum, t.d. undir sáttmálasliti, sáttmálasamráðingum og arbeiðsósemju. Formaðurin ella landsstýrið gera stovnin varugan við hesi viðurskifti i hvørjum einstøkum føri.
§ 10
Tá álitisfólk og akademikarar søkja um at sleppa á álitisfólkaskeið, fer landsstýrið at viðgera slíkar umsóknir við vælvild.
Leiðbeining um álitisfólk
Leiðbeining um álitisfólk hjá AKF
Nær kann eitt arbeiðspláss fáa álitisfólk?
Tá tað á einum stovni ella eini deild starvast í minsta lagi 3 persónar, sum eru settir sambært sáttmálanum hjá AKF, hava hesir rætt at velja sær álitisfólk og varaálitisfólk. Eru færri enn 3 persónar á einum stovni ella eini deild, sum eru settir sambært sáttmálanum hjá AKF, kunnu hesir lata seg umboða av einum álitisfólki hjá einum øðrum akademikarafelag, um tað hevur eitt álitisfólk á stovninum ella deildini.
Hvør kann verða álitisfólk?
Fyri at verða álitisfólk krevst, at ein er settur sambært sáttmálanum hjá AKF, og at ein er limur í einum limafelagi hjá AKF. Fyri at verða álitisfólk skal ein eisini hava starvast fulla tíð og hava verið í starvið sínum í í minsta lagi eitt ár, uttan so at tað av serligum orsøkum gerst neyðugt at víkja frá hesum.
Hvør kann ikki verða álitisfólk?
Persónar, sum ikki eru limir í limafelagi hjá AKF, kunnu ikki vera álitisfólk hjá AKF. Heldur ikki kunnu persónar sum ikki hava fulltíðarstarv ella hava verið í starvi sínum í í mista lagi eitt ár ella persónar, sum hava leiðsluábyrgd, vera álitisfólk, t.v.s. deildarstjórar, deildarleiðarar og ráðgevarar, sum hava leiðsluábyrgd av starvsfólkum.
Nær verða álitisfólk vald?
Val av álitisfólkum og varaálitisfólkum fer fram einaferð um árið. AKF boðar gjøgnum limafeløgini frá nær valið verður.
Hvør kann velja álitisfólk?
Øll, sum eru sett sambært sáttmálanum hjá AKF, kunnu atkvøða, um tey ikki hava leiðsluábyrgd (sí greining av hesum omanfyri). Tað er ikki krav, at ein er limur í limafelagið hjá AKF. Við leiðsluábyrgd meinast deildarstjórar, deildarleiðarar og ráðgevarar, sum hava leiðsluábyrgd av starvsfólkum.
Nær hevur valið av álitisfólki gildi?
Valið av álitisfólki hevur gildi, tá tað er góðkent av AKF og fráboðað leiðsluni á avvarandi stovni. Henda fráboðan eigur at verða gjørd í seinasta lagi 14 dagar eftir valið. Boðið frá á skrivstova@akf.fo.
Hvørjar heimildir hevur eitt álitisfólk?
Heimildirnar hjá álitisfólkinum eru ásettar í ”Reglugerð fyri álitisfólk” og í § 14, stk. 1, 3 og 4, § 15, stk. 1, og § 28 í sáttmálanum hjá AKF. Sí heimsíðu felagsins.
Fær álitisfólkið samsýning?
Tað er ólønt at vera álitisfólk hjá AKF. Men álitisfólkið hevur serliga uppsagnarverju. Álitisfólkið kann ikki verða sagt úr starvi uttan, at uppsøgnin hevur verið til viðgerðar millum Føroya landsstýri og AKF. Verður álitisfólkið eftir hesa viðgerð framhaldandi sagt úr starvi, verður uppsagnartíðin longd við 3 mánaðum
Álitisfólkaskeið og faklig menning
Einaferð um árið skipar AKF fyri álitisfólkaskeiði, har greitt verður frá álitisfólkauppgávuni, heimildum og ábyrgd. Eina til tvær ferðir um árið skipar AKF fyri álitisfólkafundum við viðkomandi evnum og møguleika fyri, at álitisfólk hjá felagnum hittast til sínámillum læring.
AKF rindar fyri skeið og fundir. Tá álitisfólk og akademikarar søkja um at sleppa á álitisfólkaskeið, fer landsstýrið at viðgera slíkar umsóknir við vælvild (§ 14, stk. 3 í sáttmálanum hjá AKF).