Ofta spurt
Setanarsamrøðan
Almennur starvsfólkapolitikkur um setan er galdandi fyri størv á almenna arbeiðsmarknaðinum
Fleiri arbeiðspláss hava eisini lokalar starvsfólkapolitikkir
Hvussu verði eg limur
Limaskapur
Akademikarafelag Føroya (AKF) er eitt yvirskipað samstarvsfelag fyri akademikarafeløg í Føroyum. Í felagnum eru Arkitektafelag Føroya, Føroya Byggifrøðingafelag, Magistarafelag Føroya, Føroya Verkfrøðingafelag og Felagið Føroyskir Sálarfrøðingar.
Fakfeløg, hvørs limir í minsta lagi hava bachelor – ella samsvarandi hægri, akademiska útbúgving, kunnu gerast limir í AKF. Aðalfundurin tekur avgerð um at taka nýggj limafeløg upp.
Einstaklingar kunnu ikki gerast limir í AKF, men skulu ístaðin søkja um limaskap í avvarðandi limafelagi.
Setanarbræv
Í seinasta lagi 14 dagar eftir setanina fær starvsfólkið setanarbræv. Í setanarbrævinum
skal standa:
• navn og bústaður hjá setanarmyndugleikanum og tí setta,
• nær setanin tekur við, og um setanin er tíðaravmarkað, nær hon so endar,
• galdandi sáttmáli millum omanfyri nevndu partar at ganga eftir,
• starvsheiti,
• byrjanarløn (grundløn og førleikaløn),
• eftirlønargjald,
• starvsaldur og næstu broytingar í starvsaldri,
• uppsagnartíð frá arbeiðsgevara og setta,
• setanarbrotpartur, arbeiðstíð,
• frítíð við løn og frítíðarískoyti,
• setanarøki,
• arbeiðsstaður/staðir í løtuni (fatar arbeiðið um fleiri arbeiðsstaðir, skal verða viðmerkt á hvørjum arbeiðsstaði umsøkjarin hevur høvuðsstarv).
Viðbøtur til leiðarastørv
Alment um viðbøtur fyri leiðarastørv eftir AKF sáttmálanum
Viðurskifti, sum hava týdning, tá støða skal verða tikin til, hvussu eitt deildarleiðarastarv verður flokkað, og hvør viðbót verður givin eru m.a.:
• Innihaldið og ábyrgdarstigið í starvinum
• Ábygdarøkið
• Vavið og slagið av arbeiðsleiðslu
• Hvussu Iíknandi størv eru flokkað
Í metingini, út frá nevndu eyðkennum, verður í praksis ofta hugt eftir, hvussu nógvum starvsfólkum viðkomandi er leiðari fyri.
Deildarleiðarir flokkaðir sum deildarleiðari 1, hava vanliga 1-3 starvsfólk, meðan deildarleiðari 2 hava 4 til 10-12 starvsfólk. Tá leiðari verður flokkaður sum deildarleiðari 3, er talan um heilt stórar deildir, men tað eru einkult dømi um, at henda flokking er brúkt til størv, sum hava serliga tyngjandi ábyrgd og trýst í starvinum.
Í samráðingunum viðvíkjandi sáttmálan fyri tíðarskeiði 2015-2017 varð viðbótin til deildarleiðara 1 broytt, til eisini at umfata verkætlanarleiðara.
Ætlanin við hesari viðbót var, at leiðarar av stórum verkætlanum, sum í vavi kunnu samanberast við tað, at hava ábyrgd av einari deild (starvsfólk, fíggjarlig- og umsitingarlig ábyrgd), fáa somu viðbót, sum deildarleiðarar á fyrsta stigi. Talan skal vera um verkætlanir, sum krevja serligar førleikar innan verkætlanarleiðslu, og sum viðføra stóra ábyrgd m.a. fíggjarliga. Verkætlanin Glasir er í fundarfrásøgn okkara nevnt sum eitt dømi. Ætlanin við viðbótini var sostatt ikki, at hon verður latin til starvsfólk, sum natúrliga í sínum starvi, leypandi hava fleiri smærri verkætlanir. Í heilt serligum førum kann viðbót latast sambært § 21 stk. 2.
Deildarleiðara viðbótin 1 er í einstøkum førum eisini latin í samband við størv við ábyrgd fyri samansettum heildum, sum hava serliga tyngjandi fakliga ábyrd, uttan at talan er um beinleiðis starvsfólkaábyrgd, til dømis størv sum útbúgvingarleiðari á Fróðskaparsetrinum.
Viðbøtur kunnu ikki verða lagdar saman. Tó kann phd-, professara- og autorisatiónsviðbót verða løgd saman við deildarleiðaraviðbót.
Hvussu leingi havi eg sum mamma rætt til barsilsløn
Áðrenn føðing hevur tú rætt til 4 vikur, ella 8 vikur, um lækni mælir til tað.
Foreldrini eiga rætt til 52 vikur tilsamans eftir at barnið er borið í heim. Tíðarskeiðið frá barnsburði til og við 14. viku eftir barnsburð, er viðurkent sum eitt verndartíðarskeið fyri mammuna og er grundað á serliga tørvin hjá henni at vera um barnið. Í verndartíðarskeiðnum er líkskaparreglan ikki galdandi og loyvt er, at mamman hevur betri lønar- og setanartreytir enn pápin/sammóðurin. Tíðarskeiðið eftir 14. viku er hinvegin fevnt av líkskaparregluni, og mismunur er ikki loyvdur.
Pápin/sammóðuin eiga 4 vikur, sum tey kunnu leggja samstundis sum mamman er í farloyvi innanfyri fyrstu 52 vikurnar. Foreldrini kunnu býta 34 vikur sínámillum, sum skulu liggja eftir 14. viku eftir at barnið er borið í heim og innanfyri fyrstu 52 vikurnar. Undantikið tær 4 vikurnar, sum pápin/sammóðir eiga kunnu foreldrini ikki vera í barnsburðafarloyvi samstundis, og til ber ikki at vera í barnsburðafarloyvi í styttri enn 7 dagar í senn.
Gjaldið úr barnsburðagrunninum er í mesta lagi er kr. 30.000. Hetta verður roknað við støði í inntøkuni tú í miðal hevur havt seinastu 12 mánaðarnar. Er lønin lægri enn kr. 30.000, verður barsilsgjaldi samsvarandi miðal lønini, er lønin hinvegin hægri, verður gjaldið kr. 30.000.
Ert tú sett eftir sáttmálanum millum AKF og Fíggjarmálaráðið, hevur tú rætt til barsilsfarloyvi við fullari løn í 4 vikur undan og 24 vikur eftir at barnið er borið í heim, treytað av at pápin/sammóðir ikki er í farloyvi samstundis. Tú hevur skyldu til at boða stovninum frá í minsta lagi 3 mánaðar undan mettari føðing.
Hvørja løn havi eg, sum pápi/sammóðir í starvi hjá tí almenna, rætt til undir barnsburðarfarloyvi?
Tú eigur rætt til 4 vikur, sum tú kanst leggja samstundis sum mamman er í farloyvi innan fyri fyrstu 52 vikurnar eftir at barnið er føtt. Í hesar 4 vikurnar hevur tú rætt til gjald úr barsilsgrunninum, sum í mesta lagi er kr. 30.000. Hetta verður roknað við støði í inntøkuni tú í miðal hevur havt seinastu 12 mánaðarnar. Er hon lægri enn kr. 30.000, verður barsilsgjaldi samsvarandi miðal lønini, er hon hinvegin hægri verður gjaldið kr. 30.000.
Annars er galdandi, at tíðarskeiðið frá barnsburði til og við 14. viku eftir barnsburð, er viðurkent sum eitt verndartíðarskeið fyri mammuna og er grundað á serliga tørvin hjá henni at vera um barnið. Í verndartíðarskeiðnum er líkskaparreglan ikki galdandi og loyvt er, at mamman hevur betri lønar- og setanartreytir enn pápin/sammóðurin. Tíðarskeiðið eftir 14. viku er hinvegin fevnt av líkskaparregluni, og mismunur er ikki loyvdur.
Tað merkir, at av 52 vikum eftir føðing eigur manna 14 vikur, pápin/sammóðir eigur 4 vikur samstundis sum mamman er í farloyvi, og foreldrini kunnu býta 34 vikur sínámillum, tey hava tó ikki rætt til barnsburðarloyvi samstundis.
Ert tú settur eftir sáttmálanum millum AKF og Fíggjarmálaráðið hevur tú tó rætt til barnsburðarfarloyvi við sáttmálaløn í 10 vikur eftir viku 14, treytað av at mamman ikki er í farloyvi samstundis, og treytað av at mamman ikki nýtir hesar 10 vikurnar við sáttmálaløn.
Hvussu skal eg gera við feriu, tá eg eri í barnsburðarfarloyvi?
Barnsburðarfarloyvi er at rokna sum ein frítíðarforðing, ið merkir, at arbeiðsgevarin ikki kann krevja, at frítíðin skal verða hildin, meðan starvsfólkið er í barnsburðarfarloyvi. Tó kann frítíðin verða hildin, vil starvsfólkið tað. Verður frítíðin ikki hildin, hevur starvsfólkið rætt til aðra frítíð.
Sum dømi er nevnt: Eigur kvinnan, áðrenn frítíðin skal haldast, hevur hon rætt til aðra frítíð. Eigur kvinnan, tá ið hon er farin í frí, hevur hon, vegna hesar serligu umstøður, rætt at halda írestandi frítíð seinni.
Í barsilslógini stendur, at kvinnuligur løntakari, sum nýtir rættin til barnsburðarfarloyvi, skal innan 8 vikur eftir barnsburð boða arbeiðsgevara sínum frá, nær hon byrjar at arbeiða aftur.
Tað vanliga er, at man avtalar við arbeiðsgevaran, hvussu man heldur sítt barnsburðarfarloyvi, herundir hvussu leingi man ætlar at vera í barsli, og hvussu ferian verður hildin í sambandi við barnsburðarfarloyvi. Tað vanliga er at leggja feriuna í forleingilsi av sjálvum barnsburðarfarloyvinum, men tað er heilt upp til tín at gera av saman við arbeiðsgevaranum.
Vónandi svara hetta spurninginum hjá tær. Um ikki so skriva til skrivstova@akf.fo ella ringja á tlf. 25 34 40.
Yvirtíð
Verður drúgt yvirtíðararbeiði álagt starvsfólki, verður hetta samsýnt sum yvirtíðarløn,
t.e. við einum tímalønarsatsi, ið er 140% av vanligu tímalønini hjá viðkomandi.
Verður yvirtíð avspákað, verður tað í lutfallinum 1,4 tíma fyri hvønn yvirtíðartíma.
At yvirtíðin skal vera áløgd merkir, at hon skal avtalast við arbeiðsgevaran, er hon ikki tað, er einki krav um yvirtíðarløn.
Yvirtíð, sum ikki er drúgv ella áløgd telur bara tíma fyri tíma.
Sjálvboðið eyka arbeiði
Eitt nú tá ið arbeiðspláss eru undirmannað í samband við sjúku ella feriu, ella serligar uppgávur liggja og bíða, kunnu gerast avtalur um sjálvboðið eyka arbeiði. Avtalað verður ein føst tímaløn, og vikið verður frá øllum avtalum um gjøld fyri ólagaliga arbeiðstíð o.a. Avtalaða tímalønin kann tó ongantíð
vera hægri enn yvirtíðarlønin.
Starvsfólkið og arbeiðsgevarin gera avtaluna, sum skal leggjast fyri álitisfólkið at góðkenna. Er einki álitisfólk, so vend tær til felagið á tlf. 25 34 40 ella á umvegis teldupost á skrivstova@akf.fo