18. mars 2024
Álitisfólkaval
Nú er stundin aftur komin til álitisfólkaval.
Limir í limafeløgunum hjá AKF velja felags álitisfólk at umboða seg á arbeiðsplássinum. Á heimasíðuni hjá AKF liggur avtalan við Fíggjarmálaráðið um álitisfólk og ein leiðbeining um, nær og hvussu álitisfólk skulu veljast. Sí undir skránni ovast á høgru síðu undir punktinum ”álitisfólk”.
Vit mangla enn at fáa álitisfólk á fleiri stovnum og arbeiðsplássum, gott um øll kunnu taka eitt tak at fáa hetta gørt nú í vár. Skrivstovan hjá AKF hjálpir fegin til við at kunna um mannagongdina og svara spurningum á telefon 253 440 ella á telduposti skrivstova@akf.fo
Ætlanin er at hava eitt tiltak fyri álitisfólk um hálvan mai, har vit greiða frá nýggja sáttmálaunum og annars viðgera uppgávurnar hjá álitisfólkum. Nærri kunning um hetta verður løgd á heimasíðuna stutt eftir páskir.