15. apríl 2024
Aðalfundur
Aðalfund verður í AKF fríggjadagin 3. mai 2024 klokkan 17.00 í hølunum í Tvørgøtu 3.
Skráin verður hendan sambært viðtøkum felagsins:
1. Val av fundarstjóra og skrivara
2. Frágreiðing um virksemi felagsins í farna skeiði
3. Framløga av grannskoðaðum roknskapi til góðkenningar
4. Ásetan av limagjaldi
5. Viðgerð av innkomnum málum, uppskotum og viðtøkubroytingum
6. Fráboðan frá nevndunum í limafeløgunum um tilnevning av nevndarlimum og eykalimum í AKF
(annaðhvørt ár)
7. Val av formanni og næstformanni fyri 1 ár. Fyri formannin er hetta galdandi frá aðalfundinum 2024,
fyri næstformannin frá aðalfundinum 2023
8. Val av grannskoðara
9. Ymist
Boðað frá luttøku á skrivstova@akf.fo áðrenn klokkan 12.00 mikudagin 1. mai, so vit vita, hvussu nógv koma.
Nevndin í AKF