15. mai 2024
Nevndin í AKF heldur fram óbroytt
Á aðalfundinum hjá AKF 3. mai 2024 var Páll Nolsøe úr Magistarafelagnum afturvaldur sum formaður, og Anton Arge úr Byggifrøðingafelagnum var afturvaldur sum næstformaður.
Fyri vali stóðu eisini Robert Thomassen nevndarlimur og Bárður í Baianstovu varalimur úr Arkitektafelagnum, og Arni Petersen nevndarlimur og Gunn Möller varalimur úr Verkfrøðingafelagnum. Tey vórðu øll afturvald.
Nevndarumboðini úr Felagnum Føroyskir Sálarfrøðingar eru Birita L. Jóansdóttir nevndarlimur og Angeli Tindskarð varalimur. Varalimur fyri Magistarafelagið er Marjun Lutzen, og varalimur fyri Byggifrøðingafelagið er Helgi Johannesen.
Annika Sølvará og Jákup Mørkøre vórðu bæði afturvald sum grannskoðarar.