Phone hours icon Mánadag - mikudag kl. 10 - 15
24. juni 2024

Kanna javnvágina millum arbeiðslív og frítíð hjá akademikarum í Føroyum

Akademikarafelag Føroya fer nú saman við Búskapar og løgfrøðingafelag Føroya at kanna arbeiðsumstøðurnar hjá akademikarum í Føroyum.

Akademikarafelagið hevur fingið kr. 240.000 frá Granskingarráðum úr skipanini til arbeiðsmarknaðarkanningar til verkætlanina “Javnvág millum arbeiðslív og frítíð hjá akademikarum í Føroyum”

Endamálið við verkætlanini er at kanna, hvør veruliga arbeiðstíðin hjá akademikarum í Føroyum er, og hvørt tíðartrýst og vantandi javnvág millum arbeiði og frítíð eru avbjóðingar.

Kanningar uttanlands vísa, at akademikarar arbeiða væl meira enn sáttmálin ásetir, og at hetta ávirkar lívsgóðsku, trivnað og familjulív neiliga. Vit vænta ikki, at støðan er betri í Føroyum. Arbeiðsmarknaðurin er lítil, hvør einstakur situr við stórari fjøltáttaðari ábyrgd, og tað er ikki óvanligt, at eingin ella einans fá eru at deila arbeiðsbyrðuna við. Samstundis hava føroyingar fleiri børn enn fólk í Vesturheiminum sum heild, familja og sosial sambond hava nógv at siga, og kynsleiklutirnir eru fyri ein part rættiliga siðbundnir. Tí kann ein rokna við, at serliga kvinnuligir akademikarar uppliva tíðartrýst.

Kanningin er fortreyt fyri at granska evnið í breiðari samanhangi, og eitt nú at meta um, hvussu akademiska arbeiðsorkan verður nýtt og fæst at støðast. Hetta hevur týdning at vita sum heild, nú alt størri partur av arbeiðsmegini fær akademiskar førleikar, men hevur ein helt serstakan týdning á føroyska arbeiðsmarknaðinum í mun til, hvussu Føroyar sum mikrotjóð skal megna uppgávurnar sum partur av einum globaliseraðum heimi. Kanningin skal eisini vísa okkum, hvussu føroyskir akademikarar hugsa um arbeiði og arbeiðstrýst, og kann tí geva arbeiðsgevarum vitan og amboð at leiða og skapa fremjandi arbeiðsumstøður, motivatión og gott sálarligt arbeiðsumhvørvi. At hava slíka vitan kann blíva týdningarmikið, nú vitlíki og alt hægri krøv til góðsku og dygd gera, at arbeiðsmarknaðurin er í støðugari broyting.

Tað verða Ingibjørg Berg, stjórnmálafrøðingur og aðalskrivari í AKF og Regin Berg, stjórnmálafrøðingur og aðalskrivari hjá Etiska ráðnum og granskari, sum fara at gera kanningina.

 

 

Fleiri Tíðindi