3. juli 2024
Nýggjan aðalskrivara
AKF skal hava nýggjan aðalskrivara, tí verandi aðalskrivari, Ingibjørg Berg, fer í annað starv.
Aðalskrivarin tekur lut í arbeiðinum hjá AKF og samskipar virksemið hjá felagnum. Arbeiðsuppgávurnar eru m.a. at hava ábyrgd av umsitingini, at veita limum felagsins ráðgeving, sáttmálasamráðingar, strategiska menning av felagnum, fyrireika mál til nevndina og taka lut í fakfelagspolitiskum samstørvum, ið AKF er partur av innlendis og uttanlands.
Starvið verður sett frá 1. september 2024 ella eftir nærri avtalu.
Førleikakrøv og royndir
Vit sóknast eftir einum starvsfólki við áhuga fyri fakfelagsarbeiði og arbeiðsmarknaðarmálum, sum hevur viðkomandi útbúgving, royndir og/ella kunnleika til starvsfólkaviðurskifti og málsviðgerð; og sum dugir at skriva og framleiða tilfar til heimasíðu og onnur høvi at positionera felagið.
Harumframt ynskja vit ein persón, sum:
Er røkin, skipað/ur í sínum arbeiði og megnar at arbeiða sjálvstøðugt
Er fyrikomandi og dugir væl við fólki
Stinn/ur í føroyskum og enskum máli, bæði í skrift og talu
Løn og setanartreytir
Starvið er ¾ tíð, 29.5 tímar um vikuna. Møguleiki er fyri ein part at tillaga arbeiðstíðir eftir ynski hjá tí, ið sett/ur verður, tó at skrivstovan skal vera opin fastar tíðir um vikuna.
Starvið verður sett og lønt eftir sáttmálanum millum AKF og Fíggjarmálaráðið ella avvarðandi sáttmálaøki.
Starvsstaður er í Tvørgøtu 3 í Tórshavn.
Umsóknir
Umsókn skal sendast við telduposti til skrivstova@akf.fo. Umsóknir skulu vera AKF í hendi í seinasta lagi hósdagin 8. august 2024 klokkan 12.00.
Nærri kunning um starvið
Umsøkjarar eru vælkomnir at venda sær til Páll Nolsøe, formann í AKF, á tlf. 551028 ella Ingibjørg Berg, verandi aðalskrivari, á tlf. 213080 at fáa nærri upplýsingar.