Phone hours icon Mánadag - mikudag kl. 09:00 - 14:00
18. juli 2024

Løn í sambandi við barnsferð

Kunning frá Fíggjarmálaráðnum um gildiskomu av broytingum í sáttmálaásetingum um barnsferð

Lønardeildin í Fíggjarmálaráðnum sendi 17. juli 2024 øllum fakfeløgum hesa kunning um løn í sambandi við barnsferð:

"Í hesum samráðingarumfarinum eru broytingar gjørdar í øllum sáttmálum rundanum barnsferð. Broytingin merkir, at tær 10 vikurnar, har foreldrini kunnu býta rættin til barsilsfarloyvi við løn ímillum sín, kunnu liggja innan alt farloyvistíðarskeiðið eftir viku 14.

Í flestu semjum var ásett, at broytingin fekk gildið fyri børn fødd eftir 1. oktober 2024, men í nøkrum sáttmálum er gildiskoma ikki nóg greitt tilskila.

Fíggjarmálaráðið hevur tí tikið avgerð um, at allir sáttmálar fáa somu orðing og gildiskomu, soleiðis at pápar, hvørs børn eru fødd 1. juli 2024 og seinni, eru umfataðir av nýggju sáttmálaásetingunum um barsil.

Tey feløg, sum hava sáttmálar við Fíggjarmálaráðið, har viðurskiftini rundan um barnsferð ikki eru dagførd enn, tí sáttmálarnir ikki ganga út fyrr enn í heyst, fáa eisini somu rættindi."

Fleiri Tíðindi