Phone hours icon Mánadag - mikudag kl. 09:00 - 14:00
21. august 2024

Nýggjur aðalskrivari

AKF hevur sett Astu Fróðadóttir Joensen í starv sum aðalskrivara í felagnum. Hon tekur við starvinum eftir Ingibjørg Berg, sum fer í annað starv.

Asta Fróðadóttir Joensen er fødd í 1987 og útbúgvin samfelagsfrøðingur. Hartil hevur hon tikið MA í løgfrøði. Seinastu árini hevur hon starvast á HR deild, har sáttmálaøkið hevur verið ein týðandi partur av starvinum. Eisini hevur Asta royndir sum politiskur ráðgevi og sum skrivari og samskipari.

Hon tekur við starvinum sum aðalskrivari tann 1. oktobur.

Fleiri Tíðindi