Phone hours icon Mánadag - mikudag kl. 09:00 - 14:00
11. oktober 2024

Skrivari/samskipari til Magistarafelag Føroya

Vegna vaksandi virksemi søkir Magistarafelag Føroya eftir skrivara/samskipara.
Talan er um eitt nýtt og spennandi starv, har høvuðsuppgávurnar millum annað eru at samskipa virksemið hjá felagnum, limaumsiting og bókhald, at svara fyrispurningum, fyrireika nevndarfundir og at taka lut í strategiska arbeiðinum hjá felagnum.
Starvið verður sett frá 1. desember 2024 ella eftir nærri avtalu.

Førleikakrøv og royndir
Søkt verður eftir einum starvsfólki við áhuga fyri fakfelagsarbeiði, sum hevur viðkomandi útbúgving ella royndir og/ella innlit í umsiting og málsviðgerð.
Harumframt leita vit eftir einum persóni sum:
Er røkin, skipað/ur í sínum arbeiði og megnar at arbeiða sjálvstøðugt
Er fyrikomandi og dugir væl við fólki
Stinn/ur í føroyskum, bæði í skrift og talu

Løn og setanartreytir
Starvið er 20 tímar um vikuna. Skrivstovufólkið/samskiparin hevur í ein ávísan mun møguleka fyri at tillaga arbeiðstíðirnar eftir ynski. Tó skal skrivstovan vera opin fastar tíðir um vikuna.
Starvið verður sett og lønt eftir avvarðandi sáttmálaøki.
Starvsstaður er í Tvørgøtu 3 í Tórshavn.

Umsóknir
Umsókn skal sendast við telduposti til starv@magistarin.fo. Umsóknir skulu vera
Magistarafelagnum í hendi í seinasta lagi 1. november 2024, klokkan 12.00.

Nærri kunning um starvið
Umsøkjarir eru vælkomnir at venda sær til Marjun Lützen, forkvinnu á tlf. 222988 ella
magistarin@magistarin.fo fyri nærri upplýsingar.

Um Magistarafelag Føroya
Magistarafelagið er fakfelag fyri tey við akademiskum prógvi frá viðurkendum hægri lærustovni á bachelorstøði og/ella hægri. Endamálið hjá Magistarafelagnum er at virka fyri góðum, tryggum og mennandi arbeiðs- og lívskorum hjá limum felagsins. Felagið hevur í løtuni umleið 450 limir.
Magistarafelagið er partur av Akademikarafelag Føroya.
Sí meira kunning um felagið á www.magistarin.fo

Fleiri Tíðindi