Phone hours icon Mánadag - mikudag kl. 09:00 - 14:00
6. februar 2025

Álitisfólkaval 2025

 

Á hvørjum ári heitir AKF á limirnar um at skipa fyri álitisfólkavali. Í ár skal vali fara fram í viku 6, 7 og 8, t.e. frá 3. til og við 21. februar 2025. Um álitisfólk eru vald í 2024 og 2025, er ikki neyðugt at velja av nýggjum. Limir í limafeløgunum hjá AKF velja felags álitisfólk at umboða seg á arbeiðsplássinum.

 

Vit hava enn tørv á álitisfólkum á fleiri stovnum og arbeiðsplássum, og tí hevði verið gott, um øll tóku eitt tak fyri at fáa hetta í lag. Skrivstovan hjá AKF hjálpir fegin til við kunning um mannagongdina og svarar spurningum á tlf. 25 34 40 ella umvegis t-post skrivstova@akf.fo.

 

Á heimasíðuni hjá AKF finnur tú avtalu við Fíggjarmálaráðið um álitisfólk og eina vegleiðing um, nær og hvussu álitisfólk skulu veljast. Sí hetta undir skránni ovast til høgru undir "Álitisfólk".

 

Í mars verður álitisfólkaskeið, har bæði roynd og óroynd álitisfólk eru vælkomin at luttaka.

Fleiri Tíðindi