6. mars 2025
Aðalfundur 7. mai 2025
Aðalfundurin hjá Akademikarafelag Føroya (AKF) verður mikudagin 7. mai 2025 kl. 17:00 í Tvørgøtu 3.
Mál, uppskot og viðtøkubroytingar, ið skulu viðgerast á aðalfundinum, skulu vera nevndini í hendi í seinasta lagi 7. apríl og skulu sendast nevndini á akf@akf.fo
Skrá sambært viðtøkum felagsins:
1. Val av fundarstjóra og skrivara
2. Frágreiðing um virksemi felagsins í farna skeiði
3. Framløga av grannskoðaðum roknskapi til góðkenningar
4. Ásetan av limagjaldi
5. Viðgerð av innkomnum málum, uppskotum og viðtøkubroytingum
6. Fráboðan frá nevndunum í limafeløgunum um tilnevning av nevndarlimum og eykalimum í AKF (annaðhvørt ár)
7. Val av formanni og næstformanni fyri 1 ár.
8. Val av grannskoðara
9. Ymiskt
Uppskot til aðalfundin:
Stuðulsreglugerð
Luttøka:
Limir í limafeløgunum í AKF eru vælkomnir, og vera bidnir um at boða sínum felag frá luttøku í seinasta lagi 5. mai kl. 12:00.
Møtið fjølment!
Nevndin