12. mars 2025
AKF hitti næmingar á Hægri Námi
Í dag hevur AKF luttikið á tiltakinum "Vinnan møtir hægri nám", har vit hava havt møguleikan at heilsa uppá nógv lesandi. Vit løgdu dent á at kunna um okkara arbeiði og vísa á týdningin og fyrimunirnar av fakfelagslimaskapi. Vit fegnast um áhugan og góðu samrøðurnar.
Hepni vinnarin av spurnarkappingini gjørdist Lindis í Gong!