8. mai 2025
Tíðindaskriv frá aðalfundi í AKF 2025
AKF hevði aðalfund 7. mai, 2025. Møtt vóru áleið 25 fólk við umboðum úr øllum limafeløgunum.
AKF er eitt samstarvsfelag fyri fakfeløg, hvørs limir hava akademiska útbúgving. Limafeløgini í AKF eru Magistarafelag Føroya, Føroya Verkfrøðingafelag, Føroya Byggifrøðingafelag og Arkitektafelag Føroya og Felagið Føroyskir Sálarfrøðingar. AKF varð stovnað í 2008, og hevur í dag áleið 800 limir.
Í nevndini í AKF sita eitt umboð fyri hvørt limafelag. Hesi vóru eftir aðalfundin Mass Hoydal fyri magistararnar, Arni Petersen fyri verkfrøðingarnar, Anton Arge fyri byggifrøðingarnar, Robert Thomassen fyri arkitektarnar og Birita Lamhauge Jóansdóttir fyri sálarfrøðingarnar. Asta Fróðadóttir Joensen er aðalskrivari hjá AKF
Páll Nolsøe, sum hevur verið forfólk seinastu 5 árini stillaði ikki uppaftur. Eftir viðtøkunum í AKF verður forfólk og næstforfólk valt beinleiðis á aðalfundinum. Arni Petersen varð valdur sum forfólk. Arni er útbúgvin matvørukandidatur frá Danmarks Tekniske Universitet í 2004 og hevur arbeitt á Heilsufrøðiligu starvsstovuni síðani 2009. Hann hevur harumframt tikið akademiútbúgving innan leiðslu í 2019. Arni hevur verið forfólk í Føroya Verkfrøðingafelag frá 2019 -2023. Anton Arge varð valdur næstforfólk.
Páll Nolsøe heldur fram innan fakfelagsarbeiðið og tók við sum forfólk í Magistarafelag Føroya í mars í ár.