Phone hours icon Mánadag - mikudag kl. 09:00 - 14:00
15. mai 2025

Almenn áheitan á Føroya Løgting

Haldið tykkum til verandi lóg!

 

Fakfelagssamstarvið heitir staðiliga á Føroya Løgting um at halda seg til verandi lóg og atkvøða ímóti uppskotinum hjá landsstýrinum, um “broyting í løgtingslóg um almannapensjónir o.a. (Áseting av pensjónsaldri)”.

 

Løgtingið samtykti í 2014, at pensjónsaldurin kann hækka við einum hálvum ári fimta hvørt ár. Lógin ásetur eisini, at Løgtingið skal meta um støðuna á arbeiðsmarknaðinum, áðrenn pensjónsaldurin verður hækkaður. Við hesi nýggju lógini sleppur Løgtingið sær undan at hyggja vanliga føroyingin í eyguni og viðgera støðuna á arbeiðsmarknaðinum.

 

Løgtingið hevur við heimild í verandi lóg samtykt at hækka pensjónsaldurin til 67,5 ár í 2025 og til 68 ár í 2030. Nú er ketan hjá landsstýrinum lopin av, og tey ætla at bróta “kontraktina” fyri, hvussu pensjónsaldurin kann hækka.

 

Fakfelagsamstarvið hevur bæði skrivliga og munnliga mótmælt uppskotinum og víst á aðrar leiðir. Um landsstýrið hevði nakað samband við fakfeløgini og fólkið, so hildu tey seg til verandi lóg.

 

Vit kunnu á ongan hátt góðtaka, at Løgtingið í óðum verkum samtykkir eitt uppskot, bara so at roknistykkið sær betri út. Hvat verður so næstu ferð roknistykkið ikki gongur upp?

 

Uppskotið um pensjónsaldurin kemur til triðju viðgerð í Løgtinginum mánadagin 19. mai. Fakfelagssamstarvið vil heita á allir tinglimir at vísa landsstýrinum aftur á beint og atkvøða “Ímóti” uppskotinum um “broyting í løgtingslóg um almannapensjónir o.a. (Áseting av pensjónsaldri)”.

 

Við fakfelagskvøðu,

 

Fakfelagssamstarvið

Fleiri Tíðindi