18. september 2025
Sálarfrøðiligi Fakfestivalurin 2025
Felagið Føroyskir Sálarfrøðingar skipar í næstum fyri sálarfrøðiligum fakfestivali.
Felagið sigur soleiðis um fakfestivalin:
Sálarfrøðiligi Fakfestivalurin 2025 verður hildin á Hotel Føroyum tann 3. oktober.
Tá savnast vit til ein dag, har vit seta fokus á fakligan vøkstur, íblástur og mennandi samrøður.
Verkstovurnar eru lagaðar til tykkum, sum vilja menna tykkara fakligu førleikar og persónligu styrki – og evnini eru bæði viðkomandi og lærurík í dagsins samfelag.
Trýst (her) fyri at lesa meira um Sálarfrøðiliga Fakfestivalin 2025.