Phone hours icon Mánadag - mikudag kl. 09:00 - 14:00
23. oktober 2025

Fingrarnar burtur frá Arbeiðsloysisskipanini (ALS)!

 

Tíðindaskriv frá Fakfelagssamstarvinum:

 

Samgongan skal halda fingrarnar burtur frá Arbeiðsloysisskipanini!


Samgongan hevur nú sett ALS – Arbeiðsloysiskipanina – á fíggjarlógina.
Hetta hóast tað í § 2. í lógini um ALS stendur: ”Inntøkur og útreiðslur grunsins verða ikki tiknar við á
løgtingsfíggjarlógina.” Sostatt ger samgongan beint øvugt av tí, sum stendur í lógini.
Formaðurin í stýrinum fyri ALS hevur eisini gjørt vart við hetta alment. Men politiska skipanin lurtar ikki.
Fakfelagssamstarvið stuðlar formanninum í stýrinum fyri ALS og heitir á politisku skipanina um at virða
ásetingarnar í lógini um arbeiðsloysiskipanina.

 

Partarnir á arbeiðsmarknaðinum eiga ALS og rinda inn í skipanina. Tí skal politiska skipanin halda seg
burtur frá Arbeiðsloysisskipanini.

 

Hóast undanførslan hjá samgonguni er, at ALS bara verður ein konto á fíggjarlógini, sum er útreiðslu
neutral, so er skjótt, at politiska skipanin fær tað hugskot, at broyta hetta, so peningur í ALS kann
brúkast til onnur endamál, eitt nú, um peningur manglar í á fíggjarlógini.


Okkara áheitan á samgonguna er tí: Haldið fingrarnar burtur frá ALS og virði ásetingarnar í ALS lógini § 2
a. Sum púra greitt sigur:
“Inntøkur og útreiðslur grunsins verða ikki tiknar við á løgtingsfíggjarlógina.”
Skipanin riggar væl, sum hon er!

 

Fakfelagssamstarvið


Starvsfelagið, Føroya Lærarafelag, Føroya Pedagogfelag, Akademikarafelag Føroya, Heilsuhjálparfelag
Føroya, Havnar Arbeiðskvinnufelag, Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar

Fleiri Tíðindi