28. oktober 2025
Felags álitisfólkadagur hjá Fakfelagssamstarvinum
Týsdagin 28. oktober 2025 skipaði Fakfelagssamstarvið fyri felags álitisfólkadegi, har uml. 250 álitisfólk úr feløgunum í Fakfelagssamstarvinum luttóku.
Á skránni var framløga við Onnu Andresen, sálarfrøðingi hjá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum. Anna greiddi frá kunngerðini um sálarliga arbeiðsumhvørvið, skyldunum hjá arbeiðsgevaranum og týdninginum av einum góðum sálarligum arbeiðsumhvørvi.
Eftir framløguna hjá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum tosaði Laust Høgedahl, lektari á Aalborg Universiteti og granskari í arbeiðsmarknaðarviðurskiftum, yvirskipað um tað norðurlendska arbeiðsmarknaðarmodelli. Hann legði serligan dent á týðandi leiklutinum sum álitisfólk hava – bæði fyri fakfelagið, men eisini fyri leiðslur og arbeiðspláss í síni heild.
AKF fegnast um góða uppmøting og virknu luttøkuna frá álitisfólkunum, sum gjørdu dagin bæði læruríkan og gevandi.