Phone hours icon Mánadag - mikudag kl. 09:00 - 14:00
22. apríl 2026

Lestrarstarv hjá Akademikarafelag Føroya (AKF)

Ert tú løgfrøðilesandi og hevur áhuga í fakfelagsarbeiði, arbeiðsrætti og ráðgeving? So hevur tú
nú møguleika at gerast partur av arbeiðinum hjá Akademikarafelag Føroya (AKF).
Um okkum


AKF er yvirskipað samstarvsfelag fyri fakfeløg, sum umboða fólk við akademiskari útbúgving.
Limafeløgini í AKF eru Magistarafelag Føroya, Føroya Verkfrøðingafelag, Føroya
Byggifrøðingafelag, Arkitektafelag Føroya og Felagið Føroyskir Sálarfrøðingar. Samlaða
limatalið er í løtuni áleið 840.


AKF arbeiðir fyri at skapa góðar karmar fyri akademikarar í Føroyum. Felagið veitir ráðgeving í
sáttmálaspurningum og arbeiðsrætti, og arbeiðir miðvíst fyri at verja rættindini hjá einstaka
liminum. Dentur verður lagdur á fakliga dygd, álítandi ráðgeving og gott samstarv við limirnar.


Vit bjóða


Eitt spennandi og fjølbroytt lestrarstarv í einum fakligum umhvørvi, har tú fært møguleika at
arbeiða við arbeiðsrætti, fyrisitingarrætti og fakfelagsarbeiði í praksis.


Tínar uppgávur


Vit leita eftir einum ágrýtnum løgfrøðilesandi, sum m.a. fer at:


• vera við til at veita limunum ráðgeving
• fyrireika og skriva hoyringarskriv
• luttaka í arbeiðinum at menna felagið
• loysa ymiskar skrivstovuuppgávur


Um teg


Vit ímynda okkum, at tú:


• ert løgfrøðilesandi (Bachelor ella Kandidat/Master)
• hevur kunnleika til arbeiðsrætt og fyrisitingarrætt
• dugir væl at samskifta á føroyskum, bæði munnliga og skrivliga
• arbeiðir skipað og sjálvstøðugt
• hevur góð samstarvsevni
• trívist við fjølbroyttum uppgávum


Løn og setanartreytir


Starvið er tímalønt og arbeiðstíðin er 10 tímar um vikuna, við møguleika fyri tillaging eftir lestri.
Setanin er tíðaravmarkað til 1 ár frá setan. Starvsstaðurin er á skrivstovuni hjá AKF í Óðinsbrú í
Tórshavn.


Løn og setanartreytir eru sambært galdandi sáttmála við avvarðandi fakfelag.


Umsókn


Hevur hetta tín áhuga, ert tú vælkomin at senda umsókn, lívsrensl og møgulig prógv til
skrivstova@akf.fo. Umsóknir v.m. skulu vera AKF í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 15. mai
2026.


Vilt tú vita meira?


Áhugaði eru vælkomin at venda sær til Arna Petersen, formann í AKF, tlf. 223 360 ella Astu
Fróðadóttir Joensen, aðalskrivara, tlf. 253 440.

Fleiri Tíðindi