3. september 2026
Ógreitt mark millum arbeiði og frítíð
Akademikarar í Føroyum hava stóran fleksibilitet í starvinum, men kanningin hjá AKF og BLF vísir, at hetta frælsið hevur ein prís. Markið millum arbeiðstíð og frítíð er ógreitt, og serliga í feriuni trýtur við avloysarum. Hetta ger, at fleiri arbeiða í frítíðini.
Ringt at sleppa arbeiðinum
Ein av stóru fyrimununum hjá føroyskum akademikarum er smidleikin í arbeiðinum. Nógvir limir siga frá lagaligum treytum og frælsi at leggja arbeiði til rættis, sum tað passar teimum best. Spurd í kanningini, siga tey flestu tað vera lætt at fáa frí 1-2 tímar til persónlig ørindi av og á. Men hetta er samstundis orsøkin til, at arbeiðið ofta kemur heim við. Ein meiriluti, 62,5% hugsar um arbeiðið, eftir at arbeiðsdagurin er lokin.
Ikki friður á telefonini
Kanningin vísir, at heili 67% ongar greiðar reglur hava um, nær tey væntast at vera tøk á telefonin ella telduposti uttan fyri arbeiðstíð. Tað er rættiliga vanligt, at fáa teldupostar í frítíðini, sum fólk vænta sær svar uppá sama dag. Tøttu persónligu sambondini í okkara lítla samfelagið ger eisini, at limirnir ofta uppliva, at fólk tey kenna, seta seg í samband við tey fyri at fáa fakliga hjálp uttan fyri arbeiðstíð.
Nærum helvtin arbeiðir í feriuni
Kanningin varpar eisini ljós á feriu. Tað er ein gjøgnumgangandi trupulleiki, at arbeiðsuppgávurnar ikki vera røktar, meðan fólk eru í feriu. Einans 9% av limunum siga, at arbeiðsuppgávurnar verða fullkomiliga røktar av øðrum, meðan tey eru burtur. Sum ein luttakari í fokusbólkinum orðaði tað: “Tú hevur eitt ábyrgdarøkið. Ert tú burtur, so tekur eingin annar tað.”
Hetta gongur útyvir hvíldina. Millum tey nógvu sum siga, at uppgávurnar antin bara lutvíst ella als ikki vera vera røktar, siga smá 46% at hetta ger, at tey arbeiða meðan tey eru í feriu. Sostatt er ferian ikki verulig feria frá arbeiðsplássinum hjá nærum helvtini. Somuleiðis siga yvir ein triðingur, at tey ikki fáa slappað av, og fleiri kenna seg ikki úthvíld, tá tey koma aftur til arbeiðis.
Kanningin um javnvág millum arbeiði og frítíð hjá akademikarum í Føroyum varð gjørd í 2025. Ingibjørg Berg og Regin Berg gjørdu hana, við stuðli frá Granskingarráðnum og stuðli og vegleiðing frá Fróðskaparsetri Føroya. Les kanningina í fullum líki HER