Phone hours icon Mánadag - mikudag kl. 09:00 - 14:00
Frá vinstru: Barbara Mikkelsen, Tróndur Leivsson, Magni Dalsgaard og Christian Joensen.
24. november 2008

Tíðindaskriv 24. nov 2008

Akademikarafelag Føroya (AKF), ið er ein yvirskipaður yrkisfelagsskapur (ella sokallað paraplyorganisasjón) fyri stovnandi feløgini Magistarafelag Føroya, Føroya Verkfrøðingafelag, Føroya Byggifrøðingafelag og Arkitekafelag Føroya, varð stovnað 25. oktober 2008.

Fyrsta nevndin er hendan:

  • Tróndur Leivsson, formaður (tilnevndur av Magistarafelagnum)
  • Barbara Mikkelsen, næstformaður (tilnevnd av Byggifrøðingafelagnum)
  • Magni Dalsgaard, kassameistari (tilnevndur av Arkitektafelagnum)
  • Christian Joensen, skrivari (tilnevndur av Verkfrøðingafelagnum)

AKF er nú sáttmálapartur við Fíggjarmálaráðið vegna limafeløgini. Lønardeildin í Fíggjarmálaráðnum og AKF hava havt fund um arbeiðið at seta sáttmálaásetingarnar í verk fyri almenna og kommunala geiran, harundir at avgreiða nýggju lønirnar. Væntandi verða nýggju ásetingarnar, ið hava gildið frá 1. oktober 2007, avgreiddar nú um mánaðarskiftið.

Sáttmálasemjan millum Fíggjarmálaráðið og AKF hevur somu áseting um høvið at taka støðuna uppaftur til viðgerðar eftir 1. okt. 2008, sum fleiri onnur fakfeløg eisini hava í sínum avtalum við landið. AKF hevur nú boðað frá, at felagið er klárt at taka samstarv upp við bólkin av yrkisfeløgum, ið farin eru at tosa við Lønardeildina um endurskoðan av lønarviðurskiftunum eftir 1. okt. 2008.

Privati geirin, ið nýtir sáttmálan millum Fíggjarmálaráðið og AKF sum fyrimynd fyri síni starvsfólk, verður kunnaður, tá sáttmálaviðurskiftini við almenna- og kommunala geiran eru avgreidd.

AKF er samstarvsfelag fyri yrkisfeløg, hvørs limir hava akademiska útbúgving á Bachelorstigi ella hægri. Stovnararnir vóna, at onnur yrkisfeløg við akademiskum limaskara fara at vísa AKF ans, tí tørvur er á einum nógv meira virknum sáttmálaparti á føroyska arbeiðsmarknaðarpallinum at umboða fólk við hægri yrkisførleika.

Adressa: Skrivstovan hjá AKF er í Tvørgøtu 3, Tórshavn. Í fyrsta umfari fæst samband við AKF antin gjøgnum eitt av limafeløgunum, ella við at skriva til Akademikarafelag Føroya (AKF), Tvørgøta 3, Postrúm 2133, 165 Argir, ella í telduposti til: trondur@magistarin.fo ella á tlf. 312298.

Fleiri Tíðindi