9. juli 2009
Fakfeløgini samd um at siga nei
Nógv fundarvirksemi hevur verið í seinastuni, nú fakfeløgini á almenna arbeiðsmarknaðinum fyrst hvør í sínum lagi, og síðani á felags fundi skuldu taka støðu til, um feløgini kundu góðtaka at avtalaða lønarhækkingin í heyst ikki skuldi koma í gildi fyrr enn á heysti 2010.
Sum flestu kunnugt so gongur sáttmálin út í 2010, men Fíggjarmálaráðið ætlaði, at hann skuldi leingjast í eitt ár, fram til 1. oktober 2011. Sostatt var fakfeløgunum í boði ikki einans lønarsteðgur, men eisini at verandi sáttmáli skuldi halda fram í 2 ár afturat.
Svarskrivið frá fakfeløgunum var soljóðandi:
"Fíggjarmálaráðið hevur í skrivi til almennu fakfeløgini dagf. 1. juli 2009 mælt til, at tað, sum er avtalað í sáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og xx-felagið at koma í gildi tann 1. oktober 2009, kemur ikki í gildi tá, men kemur í staðin í gildi tann 1. oktober í 2010. Sáttmálin, sum skuldi fara úr gildi tann 1. oktober í 2010, fer úr gildi tann 1. oktober í 2011.
Undirritaðu fakfeløg hava á felags fundi í dag 8. juli viðgjørt skrivið frá Fíggjarmálaráðnum.
Full semja er millum fakfeløgini um at halda seg til galdandi sáttmála, og tí kunnu fakfeløgini ikki taka undir við tilmælinum frá Fíggjarmálaráðnum."
Feløgini, sum hava skrivað undir, eru:
Akademikarafelagið, Almanna- og Heilsufrøktarafelagið, Bioanalytikarafelagið, Búskapar- og Løgfrøðingafelagið, Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Ergoterapeutfelagið, Føroya Handverkarafelag, Føroya Musiklærarafelag, Føroya Pedagogfelag, Føroya Psykiatrifelag, Føroya Skipara-
og Navigatørfelag, Føroya Tekniska Lærarafelag, Fysioterapeutfelag Føroya, Havnar Arbeiðskvinnufelag, Heilsuhjálparafelag Føroya, Kost- og føðslufelag Føroya, Landsfelag Handverkaranna, Ljósmøðrafelag Føroya, Maskinmeistarafelagið, Starvsmannafelagið og Yrkisfelag Studenta- og HF-lærara.