Phone hours icon Mánadag - mikudag kl. 09:00 - 14:00
19. oktober 2009

Allur úrskurðurin hjá Fasta Gerðarætti

Gerðarrættarúrskurður í gerðarrættarmál nr. 2009/721-0013 Fíggjarmálaráðið móti Akademikarafelag Føroya

Skipan av Gerðarrættinum

Fasti Gerðarrættur er skipaður sambært sáttmála millum partarnar á føroyska arbeiðsmarknaðinum til tess at loysa trætur partanna millum og tulka sáttmálaósemju o.a.m.

Í hesum málinum er Fasti Gerðarrættur skipaður við Gurið Joensen sum formanni, Hendrik Thomsen og Poul Hansen sum gerðarrættardómarum.

Partarnir í málinum eru Fíggjarmálaráðið, Traðargøta 39, Argir, og Akademikarafelag Føroya, Tvørgøta 3, Tórshavn.

Málsgongdin

Málið byrjaði mikudagin 7. oktober 2009 kl. 10, tá Fíggjarmálaráðið læt inn kærurit til Fasta Gerðarrætt dagsett 6. oktober 2009. Í kæruritinum var kravt, at innkærdi Akademikarafelag Føroya, verður dømt at viðurkenna, at fráboðanin á heimasíðu felagsins tann 1. oktober 2009 er óheimilað stríðsstig. Nevnda fráboðan hjá innkærda var viðløgd sum skjal 1.

Fíggjarmálaráðið hevur lagt málið fyri Fasta Gerðarrætt sum snarmál jvb. § 6 stk. 2 litra e í sáttmálanum um Fasta Gerðarrætt. Mannagongd og freistir vera tí eftir reglunum í § 8 stk. 5 í sáttmálanum um Fasta Gerðarrætt. Akademikarafelag Føroya varð kunnað um kæruna.

Gerðarrættarformaðurin, Hallgir W. Poulsen, avgjørdi at tilnevna Gurið Joensen, gerðarrættardómara, sum formann í málinum. Umframt formannin vóru hesir tilnevndir sum gerðarrættardómarar: Poul Hansen og Hendrik Thomsen.

Eftir at kæruritið var móttikið, var tað sent til gerðarrættardómararnar. Partarnir vóru boðsendir á fyrireikandi fund hósmorgunin 8. oktober 2009 kl. 09:30.

Akademikarfelag Føroya fekk fráboðan um, at ynsktu teir at skiva svarrit/processrit í málinum, ella  lata inn møgulig skjøl, skuldu hesi latast Fasta Gerðarrætti í síðsta lagi á miðnátt 8. oktober 2009.

Hósdagin kl. 09:30 var fundur í Fasta Gerðarrætti, har gerðarrættardómarar og partarnir og teirra umboð vóru møtt.

Fíggjarmálaráðið var umboðað av Snorra Fjallsbak, deildarstjóra í lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum. Hann møtti saman við Bjarna Mortensen, ráðgeva í lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum.

Akademikarafelag Føroya var umboðað av adv. Jógvan Elias Winther Poulsen. Hann møtti saman við Erlu Olsen, forkvinnu í Magistarafelagnum, og Tróndi Leivsson, formanni í Akademikarafelag Føroya.

Gerðarrættarformaðurin greiddi frá hvørji skjøl vóru móttikin í málinum, og hvussu Fasti Gerðarrættur ætlaði at fundurin skuldi skipast. Víst var á, at tá málið er snarmál eru freistir galdandi fyri viðgerðina, og at hetta eisini í ávísan mun avmarkar viðgerðina av málinum. Fasti Gerðarrættur hevur tó møguleika at siga ávegisúrskurð, um hetta verður mett skilagott ella gerst neyðugt av tíðarfreist.

Partarnir greiddu so hvør í sínum lagi frá áskoðan teirra um málið.

Málskrav og málsgrundir partanna

Fíggjarmálaráðið: Snorri Fjallsbak vísti á, at Fíggjarmálaráðið avgjørdi at venda sær til Fasta Gerðarrætt við málinum, eftir at Akademikarafelag Føroya 1. oktober 2009 setti fráboðan á heimasíðu felagsins, sum er at síggja sum ein "blokada" av parti av virkseminum á Føroya Læraraskúla, og tá fundur partanna millum tann 2. oktober um hesa fráboðan ikki gav nakað úrslit. Í fráboðanini stóð m.a.:

"Undirritaðu fakfeløg heita á limir okkara um ikki at taka á seg aðrar uppgávur á Føroya Læraraskúla, enn tær ið setanarbrøvini og sáttmálin siga, til vissa er fingin fyri, at setanar,- starvs- og uppsagnarviðurskiftini á Føroya Læraraskúla verða umsitin sambært ásetingunum í sáttmálanum og teimum almennu starvsfólkareglunum.
Somuleiðis heita feløgini á limir sínar um ikki at taka á seg uppgávur sum gestalærarar ella at søkja leys størv á Føroya Læraraskúla, so leingi viðurskiftini ikki eru greið."

Snorri Fjallsbak vísti til kæruritið frá Fíggjarmálaráðnum dagfest 6. oktober 2009, har sakarkravið er, at Akademikarafelag Føroya verður dømt at viðurkenna, at fráboðanin á heimsíðu felagsins tann 1. oktober 2009 er óheimilað stríðstig.

Sum grundgevingarnar fyri málskravinum var ført fram:

At fráboðanin inniheldur áheitanir til felagsins limir, sum hava virkning av blokadu, og at talan tí er um stríðsstig, og í hesum føri ólóglig stríðsstig, tí tá partarnir hava sáttmála sum gongur fram til 1. oktober 1010, hava partarnir friðarskyldu. Tey stig, sum felagið hevur tikið við fráboðanini, eru brot á friðarskylduna.

Víst var á, at fyrsta reglubrotið minnir um tað, sum í Danmark verður kallað "arbejd efter reglerne" eitt klassiskt stríðsstig. Tað seinna reglubrotið er eitt annað klassiskt stíðsstig, at nokta limum at átaka sær arbeiði. Virkningurin er júst tann sami, nevnuliga at trýst verður lagt á limirnar og við tí á arbeiðsgevaran, og tað hevur longu havt úrslit. Lærarar, sum høvdu lovað at undirvísa á Føroya Læraraskúla, hava ringt og sagt, at teir koma kortini ikki.

Akademikarafelag Føroya:  Advokaturin hjá Akademikarafelagnum, Jógvan Elias Winther Poulsen, setti fram sakarkrav um frídøming.

Advokaturin gjørdi  galdandi,

at talan ikki er um brot á friðarskylduna

at umhandlaða fráboðan er av slíkum slag, sum innkærdi hevur fullan rætt at seta fram

at í fall at talan er um stríðsstig, og brot á friðarskylduna, so er eftir umstøðunum í málunum talan um stig, sum felagið hevur rætt at taka.

Afturat innsendu skjølunum 1-16 framlegði advokaturin skjølini 17 og 18.

Hann gjøgnumgekk framløgdu skjølini við m.a. at seta spurningar til Trónd Leivsson og Erlu Olsen um umstøðurnar sum liggja til grund fyri skjølunum.

Advokaturin viðmerkti innleiðandi, at fráboðanin er fyribils endin á einum longum samskifti millum AKF og lønardeildina, AKF og Læraraskúlan og Fróðskaparsetur Føroya. Hetta sýna framløgdu skjølini, ið vísa samskifti partanna millum frá sumrinum 2008 og fram til nú, um ætlaðu broytingar í viðurskiftunum og útbúgvingini á Føroya Læraraskúla, og í ógreiðum viðurskiftum í hesum sambandi.

Advokaturin læs upp skjal 1, sum er svarskriv, dagsett 29. september 2008, frá Magistarafelag Føroya til lønardeildin í Fíggjarmálaráðnum, og snýr seg um felagsins støðu til ætlaða royndarverkætlan á Læraraskúla Føroya, nú hesin er vorðin partur av Fróðskaparsetur Føroya. Í skrivinum verður gjørt greitt, at felagið góðtekur eina tíðaravmarkað royndarskipan fyri 1. flokkarnar á Lærara- og pedagogútbúgvingini á Fróðskparsetri Føroya galdandi fyri skúlaárið 2008/2009 við hesum treytum:

- samstarvsráð verður skipað beinanvegin sambært grein 16 í sáttmálanum

- royndarskipanin verður avmarkað til hetta skúlaárið. t.e. 1 august 2008 - 30. juni 2009

-  eftirmetingar vera í januar (viku 3) og aftur fyrstu viku í juni.

Tróndur Leivsson greiddi frá, at ynski um at fáa skipanina við samstarvsráðið sett í funktion stóðst av, at tey gomlu lærararáðini og megindeildarráðini, sum høvdu verið á Læraraskúlanum og Setrinum, fullu burtur, tá nýggja seturslógin kom í gildi á sumri 2008. Lærarnir mistu harvið sítt talurør á skúlunum og einki kom í staðin. Hetta var sera ørkymlandi, samstundis sum tað tyktist vera stórur ivi um, hvussu bygnaðurin var, ella skuldi vera framyvir. At fáa greiðu á hvør myndugleiki hevði ábyrgd fyri ymisku trupulleikunum sum uppstóðu, var so gott sum ógjørligt. Myndugleikarnar vistu ikki sjálvir, hvør stóð fyri hvørjum, og lærarar og feløg teirra vóru tískil send runt frá einum persóni/myndugleika til annan. Frá rektaranum á Læraraskúlanum til rektaran á Setrinum, frá honum til Mentamálaráðið og umvent, og frá lønaradeildini í Fíggjarmálaráðnum til Mentamálaráðið og rektarar, uttan at fáa svar uppá nakað.

Feløgini ryktu fleiri ferðir eftir svari uppá, nær treytirnar fyri royndarverkætlanin fóru at vera uppfyltar. Feløgini hava enn ikki fingið svar, og royndarverkætlanin er hóast hetta sett í gongd og hevur koyrt í 1 ár.
Samstundis sum royndarverkætlanin var sett í verk, stóðst stór órógv millum lærarar, tí fleiri dømi vóru um nýggjar starvssetanir uttan lýsing, meðan aðrir lærarir samstundis vóru hóttir við uppsøgn, harav nakrar eisini eru gjøgnumførdar. Ymiskt er, hvat grundgevingin fyri uppsøgnunum er. Onkur inniheldur ítøkuliga persónsgrundgeving meðan onnur er grundað á bygnaðarbroyting. Eisini er dømi um lýsingar eftir nýggjum lærarum, sum ikki eru nøktandi.

Spurdur av Gerðarrættinum, hvat ítøkuligt var gjørt við tey einstøku málini, var svarað, at uppsagnarmál er nú kært, og at lýsing eftir starvsfólki var kærd til lønardeildina, sum metti, at manglarnir í lýsingini vóru ikki so stórir at hetta skuldi fáa nakra ávirkan á ítøkuliga málið. Hetta er tó ikki heilt avklárað enn.

Felagið hevur eisini biðið um, at tað ikki vera sett fleiri nýggj fólk í starv á Føroya Læraraskúla meðan hesin ruðuleiki valdar. Men tað sær ikki út til, at hetta ynski felagsins verður eftirkomið. Tá felagið sostatt ongan veg kemur við sínum áhaldandi áheitanum til rektaran á Læraraskúanum, rektaran á Setrinum, lønardeildina í Fíggjarmálaráðnum og til Mentamálaráðið, metti felagið seg ikki hava annað væl, enn at seta fram umrøddu fráboðan til limir sínar. Við fráboðanini vera limirnir kunnaðir um støðuna. Teir fáa ikki forboð móti at søkja størv á læraraskúlanum, men er kunnaðir, so teir kenna støðuna um teir søkja. Felagið hevði ikki ætlað hetta sum einu blokada av starvsetan á Føroya Læraraskúla.

Spurdur um felagið afturvísti pástandinum frá kærandi um, at fráboðanin longu hevur havt fylgir, soleiðis at umsøkjarar til størv og gestalærarar longu hava tikið seg aftur frá ætlaðum størvum, segði felagið seg ikki kunna afturvísa hesum.

Tróndur Leivsson segði, at tað síðsta sum er hent, er at feløgini frá øðrum fakfelag hava hoyrt, at Mentamálaráðið hevur tilevnað uppskot til kunngerð um nýggjan bygnað og um virksemi á Føroya Læraraskúla. Feløgini hava tó ikki fingið hetta uppskot til hoyring enn.

Erla Olsen greiddi frá skipanini við gestalærarum og "leystímalærarum". Hon vísti eisini til skjal 6, sum er lýsing frá Læraraskúlanum eftir lærarum, og at felagið metti, at hendan lýsing ikki varð nøktandi m.a. tí treytirnar fyri starvssetanini ikki vóru greiðar. Hendan lýsing varð send lønardeildini sum kæra. Men einki er enn komið burtur úr kæruni.

Partarnir fingu síðan høvi at gera ískoytisviðmerkingar.

Fíggjarmálaráðið: Snorri Fjallsbak endurtók, at fráboðanin er eitt greitt stríðsstig, sum enntá er sett í verk uttan varsil og uttan beinleiðis kunning til lønardeildina.

Bjarni Mortensen frá lønardelidini vísti á, at framløgdu skjølini í stóran mun snúgva seg um royndarætlanina og viðurskifti, sum ikki eru innihildin í fráboðanini frá felagnum. Ei heldur eru hesi viðurskifti millum tey krøv, sum felagð hevur listað upp í fráboðan síni. Hann metti tað tí vera ivasamt, hvønn status øll skjalaframløgan frá felagnum eigur at fáa.

Akademikarafelag Føroya: Advokaturin vísti til frágreiðingina frá Tróndi Leivsson og Erlu Olsen og gjørdi galdandi, at hesar frásøgnir greitt vísa, hvussu ótolandi støðan á Føroya Lærarskúla er. Hann segði, at hesar umstøður eru so mikið álvarsamar, at hóast friðarskylda er partanna millum í sáttmálatíðarsekiðnum, so er fráboðanin frá felagnum innan tað handlingsmark, sum felagið hevur í sáttmálatíðarskeiðnum.

Eftir at partarnir høvdu borið fram sína áskoðan, spurdi gerðarrættardómarin, um partarnir kundu umhugsa eina semju í málinum. Partarnir tóku undir við hesum og fingu freist til fríggjadagin 9. oktober 2009 kl. 12:00 at finna semju um málið.

Semjuroyndin eyðnaðist ikki. Seinnapart fríggjadag fór Gerðarrrætturin undir endaliga viðgerðina av málinum. Vegna tíðarfreistina var komið til, at skilabest var at siga ávegisúrskurð og lata skrivligan úrskurð seinni.
Uml. kl. 15 fingu partarnir boð um, at Fasti Gerðarrættur hevði avgjørt at geva Fíggjarmálaráðnum fult viðhald í kæruni.

Fasti Gerðarrættur

Málið er lagt fyri Fasta Gerðarrætt sum eitt mál eftir § 6 stk. 2 litra e t.v.s. eitt mál um fráboðað ella tikin stríðstig eru heimilað og sum eitt hastandi mál eftir reglunum í § 8 stk. 5. Fasti Gerðarrættur skal taka støðu til, um fráboðanin á heimasíðuni hjá Akademikarafelag Føroya tann 1. oktober 2009  er óheimilað stríðsstig.

Fráboðanin er soljóðandi

Fráboðanin frá AKF og YF
Undirritaðu fakfeløg heita á limir okkara um ikki at taka á seg aðrar uppgávur á Føroya Læraraskúla, enn tær ið setanarbrøvini og sáttmálin siga, til vissa er fingin fyri, at setanar- starvs- og uppsagnarviðurskiftini á Føroya Læraraskúla verða umsitin sambært ásetingunum í sáttmálanum og teimum almennu starvsfólkareglunum.
Somuleiðis heita feløgini á limir sínar um ikki at taka á seg uppgávur sum gestalærarar ella at søkja leys størv á Føroya Læraraskúla, so leingi viðurskiftini ikki eru greið.

Grundgevingar

Viðurskiftini eru ógreið. Leiðslan á Føroya Læraraskúla heldur seg ikki til ásetingarnar í sáttmálanum. Tað tykist, sum leiðslan á Føroya Læraraskúla hevur fullkomiliga fríar teymar, og ógreitt tykist vera, hvør hevur endaligu ábyrgdina og hvønn kærast kann til. Hetta ávirkar rættartrygdina hjá starvsfólkununum, og sæst aftur m.a. í hesum viðurskiftum:
Størv verða lýst leys og sett, uttan at ásetingar í sáttmálanum verða fylgdar.
Fólk eru í starvi, uttan at størvini hava verið lýst leys
Starvfólk verða søgd úr starvi við ósakligum grundgevingum, so sum bygnaðarbroytingum, og samstundis verða onnur fólk set í starv á somu fakøkjum. Ongin góðkendur bygnaður finst fyri útbúgvingarnar, og tí finst onki skjalprógv fyri, at uppsagnirnar eru sakligar.
Hóast nógvar áheitanir er onki samstarvsráð sett enn. Hetta ráð er kravt sambært sáttmálanum, og skal hava innlit í øll mál stovninum viðvíkjandi. Ongar avgerðir eiga at verða tiknar, fyrr enn samstarvsráðið hevur gjørt sítt tilmæli, og eitt slíkt ráð, við teimum heimildum, sum tað eigur sambært sáttmálanum, hevði kunna forðað fyri nógvum av teimum trupulleikum, sum nevndir eru omanfyri.

Krøv:
Fyriskipast skal soleiðis, at sáttmáli og almenni starvsfólkapolitikkurin verða hildin
Reglugerð og mannagongdir skulu gerast fyri tíðaravmarkað størv
Kompensatión skal veitast teimum fólkum, sum av órøttum eru uppsøgd.
Bygnaður yvir útbúgvingarnar skal gerast, har tað sæst, hvørji fakøki eru í hvørjum moduli.
Samstarvsráð skal setast á stovn.

Boðað verður frá, tá nevndu viðurskifti eru í lagi.

Akademikarafelag Føroya
Yrkisfelag Studentaskúla- og HF -lærara


Staðfest er, at partarnir hava sáttmála, sum er galdandi fram til 1. oktober 2010. Óskrivaða friðarskyldan, sum tá er millum partarnar, avmarkar hvørji stig ein sáttmálapartur kann taka í sáttmálatíðarskeiðnum.
At fremja ella leiða kollektiv tiltøk, sum elva til forðingar fyri starvssetanum hjá einum arbeiðsgevara, verður í sáttmálatíðarskeiði vanligast mett sum ólógligt stríðsstig. Ein ítøkulig meting av umstøðunum, sum grundað tiltakið, kann tó gera, at stríðsstig, sum er fráboðað við hóskandi varsli, verður mett sum lógligt. Tann sum fremur stríðsstig skal í so fall prógva, at talan er um umstøður, sum gera at stríðsstigið er heimilað. At málið er innkært av Fíggjarmálaráðnum broytir ikki hesa støðu.

Út frá givnu frágreiðingunum í málinum metir Fasti Gerðarrættur seg kunna leggja til grund í hesum føri, at áheitanin frá 1. oktober frá felagnum um:

-Ikki at taka á seg aðrar uppgávur á Føroya Læraraskúla, enn tær ið setanarbrøvini og sáttmálin siga, til vissa er fingin fyri at setanar-, starvs- og uppsagnarviðurskiftini á Føroya Læraraskúla verða umsiting sambært ásetingum í sáttmálanum og teim almennu starvsfólkareglunum

-ikki at taka á seg uppgávur sum gestalærarar ella at søkja leys størv í Føroya Læraraskúla so leingi viðurskiftini eru ógreið

longu hevur havt blokadulíknandi virkning av virkseminum á Føroya Læraraskúla.

Tískil er talan um stríðstig.

Tey krøv, sum felagið hevur sett upp sum mál við fráboðanini, eru viðurskifti, sum felagið við ávikavist ávísíng á sáttmálabrot kann leggja fyri Fasta Gerðarrætt, kæra til avvarandi myndugleika ella leggja rættarmál í t.v.s. viðurskifti, sum felagið hevur eina skipaða reakatiónsmannagongd yvir fyri.

Tá hesir reaktiónsmøguleikar ikki eru troyttir fult út, og tað ikki á annan hátt er prógvað at talan er um serumstøður, sum kunnu gera ein starvsetanarblokadu lógliga, metir Fasti Gerðarrættur partin av fráboðanin frá Akademikarafelag, sum inniheldur arbeiðs- og starvssetanarblokadu at vera ólógligt stríðsstig.

Akademikarafelag Føroyar skal tí skipað fyri, at fráboðanin verður tikin aftur soleiðis, at tað gerst greitt fyri limir felagsins og almenningin at arbeiðs- og starvssetanarblokadan er tikin aftur.

Fíggjarmálaráðið fær sostatt fult viðhald í kæruni.


Fasti Gerðarrættur sigur tí henda

Úrskurð

Innkærdi Akademikarafelag Føroya verður dømdur at viðurkenna, at fráboðanin á heimasíðu felagsins tann 1. oktober í 2009 er óheimað stríðsstig.

Hvør partur ber egnan kostnað.

Partarnir bera, sambært sáttmála um Fasta Gerðarrætt og reglugerð um gjøld, hvør sína helvt av málskostnaðinum eftir nærri uppgerð.

Fasti Gerðarrættur
9 . oktober 2009

Gurið Joensen            Poul Hansen            Hendrik Thomsen

Fleiri Tíðindi