Phone hours icon Mánadag - mikudag kl. 09:00 - 14:00
19. oktober 2009

Kunning frá AKF

AKF hevði á heimasíðu síni tann 1. oktober 2009 eina fráboðan saman við Yrkisfelagnum um arbeiðsstøðuna á tí partinum av Fróðskaparsetri Føroya, ið er gamli Føroya Læraraskúli (FLSK).

Lønardeildin í Fíggjarmálaráðnum (LND) kærdi AKF fyri Fasta Gerðarrætt (FG) við kravi um, at fráboðanin var at meta sum óheimilað stríðsstig og sostatt brot á friðarskylduna. FG segði úrskurð í málinum 9. okt., har LND fekk viðhald. AKF tók tí beinanvegin fráboðanina frá 1. okt. av heimasíðuni.

AKF ynskir framhaldandi at kunna sínar limir um, hvussu felagið metir, at arbeiðsviðurskiftini eru á omanfyri nevnda arbeiðsplássi.

AKF skal gera vart við, at felagið ikki hevur fingið nakra ábending um, at arbeiðsviðurskiftini á FLSK eru fingin í rættlag í mun til tey brot á sáttmála og starvsfólkapolitikk, sum felagið vísti sína ónøgd við í fráboðanini tann l. okt.

Mælt verður tí limum felagsins at venda sær til felagið við teimum spurningum, sum limirnir kunnu hava viðvíkjandi hesum viðurskiftum.

Grundgevingarnar fyri felagsins misnøgd við arbeiðsviðurskiftini á FLSK, og tey krøv, felagið hevur til ábøtur, eru fylgjandi:

Grundgevingar

Viðurskiftini eru ógreið. Leiðslan á Føroya Læraraskúla heldur seg ikki til ásetingarnar í sáttmálanum. Tað tykist, sum leiðslan á Føroya Læraraskúla hevur fullkomiliga fríar teymar, og ógreitt tykist vera, hvør hevur endaligu ábyrgdina og hvønn kærast kann til. Hetta ávirkar rættartrygdina hjá starvsfólkunum, og sæst aftur m.a. í hesum viðurskiftum:

  • Størv verða lýst leys og sett, uttan at ásetingarnar í sáttmálanum verða fylgdar
  • Fólk eru í starvi, uttan at størvini hava verið lýst leys
  • Starvsfólk verða søgd úr starvi við ósakligum grundgevingum, so sum bygnaðarbroytingum, og samstundis verða onnur fólk sett í starv á somu fakøkjum. Ongin góðkendur bygnaður finst fyri útbúgvingarnar, og tí finst onki skjalprógv fyri, at uppsagnirnar eru sakligar.
  • Hóast nógvar áheitanir er onki samstarvsráð sett enn. Hetta ráð er kravt sambært sáttmálanum, og skal hava innlit í øll mál stovninum viðvíkjandi. Ongar avgerðir eiga at verða tiknar, fyrr enn samstarvsráðið hevur gjørt sítt tilmæli, og eitt slíkt ráð, við teimum heimildum sum tað eigur sambært sáttmálanum, hevði kunna forðað fyri nógvum av teimum trupulleikum, sum nevndir eru omanfyri.

Krøv

  • Fyriskipast skal soleiðis, at sáttmáli og almenni starvsfólkapolitikkurin verða hildin.
  • Reglugerð og mannagongdir skulu gerast fyri tíðaravmarkað størv.
  • Kompensasjón skal veitast teimum fólkum, sum av órøttum eru uppsøgd.
  • Bygnaður yvir útbúgvingarnar skal gerast, har tað sæst, hvørji fakøki eru í hvørjum moduli.
  • Samstarvsráð skal setast á stovn.

Fleiri Tíðindi