Phone hours icon Mánadag - mikudag kl. 09:00 - 14:00
22. januar 2014

Ársfrágreiðing 2013

AKF Formasfrágreiðing til aðalfundin tann 4. mai 2013.

Eftir seinasta aðalfund skipaði nevndin seg við Suna Joensen sum formanni, Karl Martin  Klein sum Næstformanni, Ola Jensen sum kassameistara og Leivur Langgaard sum skrivara, seinni fór Leivur frá og í hansara stað kom Jørgin Meitilberg.

Fundir.

Seinasta árið hevur verið regluligur nevndarfundur aðru hvørja viku umframt aðrar nevndarfundir tá ið okkurt óvæntað hevur stungið seg upp.

Av øðrum fundum sum nevndin ella partar av nevndini hava luttikið í kunnu nevnast fundir viðvíkjandi lívstrygging og pensión, bygnaðarbroytingarnar á almannaverkinum, fundir viðvíkjandi limamálum og ikki at gloyma sátmálasamráðingar og fundir við hini fakfeløgini un samráðingarnar.

Nakrir fundir vóru viðvíkjandi Lív, men so var avgjørt at limafeløgini sjálvi skuldu umboða limir sínar hettar fyri ikki at binda feløgini til hvat nevndin í AKF avgjørdi, AKF trekti seg aftur frá fundunum fyri at eingin misskiljing skuldi standast um hvør hevði avgerðarættin.

AKF nevndin hevur tó fylgt væl við hvat í hendir í lívstryggingar / pensiónsspurninginum umvegis limafelagsnevndirnar.

Umfatandi bygnaðarbroytingar eru farnar fram innan almannaverkið, og har hevur leiðslan verið sera virkin at kunna fakfeløgini hvussu bygnaðarbroytingarnar skulu fremjast í verki, nevndin hevur luttikið í nógvum fundum hesum viðvíkjandi og vit kunnu staðfesta at fleiri av teimum viðmerkingunum sum vit hava havt eru tiknar til eftirtektar og hava havt við sær at tilgongdin til bygnaðarbroytingarnar er broytt.

Tað hava verið fleiri mál hjá limum at taka sær av í farna árinum, tey flestu av teimum eru avgreidd við at nevndin hevur tosað við partarnar og harvið fingið semju, nevndin hevur avgjørt at royna at samskifta beinleiðis við stovnarnar uttan at hava løgfrøðisliga hjálp við í fyrstu syftu, hettar sær út til at geva úrslit og tí vilja vit framhaldandi gera hettar. Sum kunnugt er løgfrøðislig hjálp kostnaðarmikil og tað tænur ikki felagnum at nýta hana um hon er óneyðug.

Eru trupulleikar sum krevja tað so verður løgfrøðislig hjálp sjálvandi nýtt.

Innan almannaverkið hava sum áður sagt verið framdar býgnaðarbroytingar og slíkar ávirka sjálvandi eisini limir í okkara feløgum, har hava vit eisini havt nøkur mál at viðgerða og har hava vit í góðum samstarvi við almannaverkið og fíggjarmálastýrið loyst øll tey mál vit hava fingið og okkun kunnugt eru limirnir sum vit hava umboða nøgdir við úrslitið.

Sáttmálasamráðingar, sum kunnugt gekk sáttmálin út 1. Okt 2011, bíða var við at fara til samráðingar til starvsmannafelagið var liðugt við samráðingarnar.

Starvsmannafelagið endaði samráðingarnar uttan at eitt komma var flutt í sáttmálatekstinum og ongari lønarhækkan í 1 ár.

Eitt felag fyri og annað eftir eftirlíkaðu fíggjardeildini og skrivaðu undir sáttmála, ið gav 220 kr um mánaðin til lønir upp til 32.000 og eftir eina mánaðarløn á kr. 32000 minkandi til einki við 50000.

Vit fóru til samráðingar við lítlum vónum um størri lønarhækking enn hini feløgini, vit høvdu tó vónir um at fáa orðingar í sáttmálan sum kundu verða okkara limum at gagni.

Krøvini vit settu til sáttmálasamráðingarnar vóru

• Lønarhækkan 2,9 % frá i okt. 2011

• Viðbót til sálarfrøðingar við sergrein Definera eina orðing

• Fáa serfrøðingar/ráðgevar 1,2 og 3 inn í sáttmálan á sama stigi sum deildarleiðarar ( umflokkingar av verðandi )

• Deildarleiðarar fáa endaløn + viðbót

• Sáttmála fyri PHD lesandi

• Dagføra sátmálan viðvíkjandi setanarskrivi, vísa til løgtingslóg um skyldu arbeiðsgevarans at fráboða løntakaranum treytirnar fyri setanarviðurskiftunum (setanarprógv)

• Útbúgvingar- / førleikamenningargrunnur

• 1 ára sáttmáli, gongur út 1. Okt. 2011

Vit settust við samráðingarborðið og aftursvarið vit fingu var at vit kundu fáa var tað sama sum hini feløgini høvdu fingið og einki meira.

Vit valdu tí at bíða til starvsmannafelagið fór til samráðingar aftur, og síggja hvussu leikur fór.

Starvsmannafelagið valdi at skriva undir 3 ára sáttmála uttan at fáa nakað annað enn hini feløgini høvdu fingið.

Vit fóru síðani aftir undir samráðingar og eftir tógvið stríð og sera nógvar fundir var úrslitið at vit valdu at gera semju um 4 ára sáttmála galdandi frá 1 oktobur 2011.

Semjan er soljóðandi:

Sáttmálin verður endurnýggjaður fyri tíðina frá 1.oktober 2011 til 1. oktober 2015.

Lønarhækkingar

• Tann 1. oktober í 2011 hækka mánaðarlønir 32.000 kr. og undir við 220 kr. Mánaðarlønir 50.000 kr. og yvir hækka ikki. Linjurætt fall harímillum.

• Tann 1. oktober í 2012 hækka mánaðarlønir 32.000 kr. og undir við 220 kr. Mánaðarlønir 50.000 kr. og yvir hækka ikki. Linjurætt fall harímillum.

• Tann 1. oktober 2013 hækka mánaðarlønirnar 190 kr. + 0,9%.

• Tann 1. oktober 2014 hækka mánaðarlønirnar 1,9%.


PhD lesandi

Partarnir hava gjørt viðløgdu avtalu um setanarviðurskiftini hjá løntum PhD-lesandi.


Samband hevur verið við Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og við Arbeiðsgevarafelagið og eru teir sinnaðir at fara undir samráðingar at gera sáttmála við AKF.


Avtalan sum var gjørd við skrivaran hjá FVF um at røkja fylgjandi uppgávur hevur virka væl og ætlanin er í fyrstu syftu at halda fram við henni.

• Hava skrivstovutíð Mánadag og Hósdag eftirmiddag , svara fyrispurningum frá limum og um ikki kann svarast at formidla kontakt til ein, ið kann svara.

• Skilja post og hava hann fyrispurningar klárar til nevndarfund.

• Bókhald við tilhoyrandi journali

• Journalisera skjøl frá nevnd, herundir limamál og kunning.

• Skráseta upplýsingar frá limafeløgunum

• Innkrevja limagjald frá limafeløgunum

Viðvíkjandi tí at seta eina lønta umsiting so hevur nevndin viðgjørt hettar og støðan er tann sama sum á síðsta aðalfundi, sum er er ikki peningur til eina "professionella” umsiting.

Heimasíða felagsins hevur virkað sera illa, ilt er at fáa nakran at taka sær av henni, tað seinasta sum hevur verið roynt er at fáa fólk at upplæra skrivaran til at gera broytingar og at seta skjøl inn í hana.

Staðfestast kann at tað er gjørt alt og lítið at fáa heimasíðina at virka og at nevndin má fáa hettar í lag sum skjótast, fyrsta stigið er tikið við tað at meira peningur er settur av til heimasíðurøkt.

Hækkanin av limagjaldinum á síðsta aðalfundi gjørde felagið væl betri fyri fíggjarliga, ætlanin er at nýta meiri pening uppá fakfelagsviðirskiftir so sum álitisfólkaskeið v.m.

Limatalið er vaksandi og tað kemur eisini at geva felagnum fleiri møgulleikar í framtíðini, vónandi eru fleiri av hinum akademikarafeløgunum áhugaði í tættari samstarvi við AKF hettar kundi gjørt at felagið í framtíðini kundi blivið rikið meira á sama máta sum hini størru fakfeløgini.


Suni Joensen

Formaður

Fleiri Tíðindi