Phone hours icon Mánadag - mikudag kl. 09:00 - 14:00
19. mars 2014

Jacob Vestergaard speirekur granskarar og vísindaligt arbeiði

Magistarafelagið og AKF hava sent viðlagdu átalu til Landstýrismannin.

Jacob Vestergaard speirekur granskarar og vísindaligt arbeiði.

Nevndin í Magistarafelag Føroya vil hervið átala útsagnir frá Jacob Vestergaard, landsstýrismanni í fiskivinnumálum, fríggjadagin 7. mars í orðaskifti um uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fuglaveiðu v.m.

Lógarbroytingin er ætlað at geva mjólkabóndum loyvi at skjóta grágæs. Stovnar sum Havstovan, Umhvørvisstovan og Søvn Landsins eru komin við hoyringsskrivum, har mælt verður til at kanna stovnin av grágás í Føroyum, áðrenn lógin verður broytt. Grundgevingin fyri hesum var m.a. altjóða sáttmálar, ið Føroyar er partur av.

Undir orðaskiftinum kom landsstýrismaðurin við útsagnum um, at hesir stovnar og teirra starvsfólk "ikki leggja í, at grágásin ger seg inn á ávísar framleiðarar" og við teirra tilmælum tilætlað vilja "súlta" politisku viðgerðina, fyri at leggja forðingar fyri, at loyvi kann gevast at skjóta grágæs. Eisini kom landsstýrismaðurin við ørkymlandi útsøgnini um, at Havstovan "gevur seg út fyri" at neyvt kunna siga um støddina av fiskastovnum undir Føroyum, og tískil eigur tað at bera til at gera eina stovnsmeting av grágás í Føroyum "uppá ein fyrrapart ella gott tað."

Nevndin í Magistarafelagnum fer ikki at leggja seg út í spurningin, hvørt løgtingið skal samtykkja nevnda lógaruppskot. Men nevndin vil átala útsagnirnar og sýnda hugburðin. Við útsagnunum speirekur landsstýrismaðurin og sáar iva um vísindaliga arbeiðið hjá limum okkara. Tað er ørkymlandi, at avvarðandi landsstýrismaður til at síggja ikki viðurkennir virksemið á sínum stovnum – stovnar, ið fremja teirra virksemi við støði í vísindaligum arbeiði eftir altjóða leiðreglum.

Nevndin í Magistarafelagnum vil tí hervið heita á Jacob Vestergaard um at koma við eini almennari fráboðan um hesi viðurskifti:

- Meinar landsstýrismaðurin, at hansara egnu starvsfólk og onnur, við teirra tilmælum um vísindaligar kanningar, tilætlað vilja súlta politisku viðgerðina um at loyva veiðu av grágás?

- Metir landsstýrismaðurin, at tað ber til at gera eina stovnsmeting av grágás í Føroyum uppá ein fyrrapart ella gott tað?

- Metir landsstýrismaðurin, at tað vísindaliga arbeiðið, íð verður gjørt á stovnum sum Havstovuni, Umhvørvisstovuni og Søvnum Landsins ikki er haldgott ella er týdningarleyst?

Nevndin í Magistarafelag Føroya

Fleiri Tíðindi