Phone hours icon Mánadag - mikudag kl. 09:00 - 14:00
12. januar 2018

Samhugaverkfall

Kunning frá nevndini í AKF

Vit vilja við hesum kunna um, at Akademikarafelag Føroya hevur avgjørt at luttaka í samhugaverkfallinum ið verður á almenna arbeiðsmarknaðinum mánadagin 15. januar 2018. Verkfallið byrjar kl. 7 um morgunin, og varar til kl. 7 morgunin eftir.

Alment er tað Akademikarafelagið, ið lýsir verkfall fyri limirnar í teimum fýra limafeløgunum, og tit koma tískil at hoyra lýsing í miðlunum í vikuskiftinum, har lýst verður við samhugaverkfalli.

Samhugaverkfallið umfatar teir limir, ið eru settir sambært sáttmála ímillum Fíggjarmálaráðið og AKF.

Hetta er tó ikki galdandi fyri limir, ið arbeiða í privatu vinnuni, hjá kommunum ella hjá almennum partafeløgum. Vit vilja heita á allar okkara limir um at virða verkfallið og ikki taka upp verkfalsrakt arbeiði.

Nevndin metir tað hava týdning, at vit standa saman við Pedagogfelagnum og hinum feløgunum á almenna arbeiðsmarknaðinum við kravi um, at feløgini verða vird av Fíggjarmálaráðnum sum sáttmálapartar við ymiskum krøvum, ið eiga at verða vird í samráðingunum.

Fleiri Tíðindi