19. august 2020
Kunning um ársaðalfundin hjá AKF 2020
Ársaðalfundurin verður leygardagin 29. august kl. 15 í Kaffihúsinum. Aðalfundurin verður hildin sambært almennu tilmælunum viðvíkjandi koronasmittuni. Í hesum sambandi verða tey sum ætla sær at luttaka á aðalfundinum biðin um at siga frá á akf@akf.fo í seinasta lagi mánadagin 24. august.
Aftaná aðalfundin bjóðar AKF okkurt til matna.
Verður neyðugt at leita sær annað høli fyri at ganga almennu tilmælunum á møti, verður kunnað um hetta á www.akf.fo.