Phone hours icon Mánadag - mikudag kl. 10 - 15
17. desember 2020

Starvslýsing: Aðalskrivari í AKF (parttíðarstarv)

Hevur tú áhuga fyri fakfelagsarbeiði og vil vera við til at menna AKF sum felag?

Akademikarafelag Føroya (AKF) søkir eftir aðalskrivara. Aðalskrivarin kemur at luttaka í arbeiðinum hjá AKF og samskipa virksemi hjá felagnum. Arbeiðsuppgávurnar eru m.a. at hava ábyrgdina av umsitingini av felagnum, vera við til at veita limum felagsins ráðgeving, fyrireika mál til nevndina og luttaka í fakfelagspolitiskum samstørvum, ið AKF er partur av.

Starvið verður sett frá 1. februar 2021 ella eftir nærri avtalu.

Førleikakrøv og royndir

Vit sóknast eftir einum starvsfólki við áhuga fyri fakfelagsarbeiði og viðkomandi útbúgving ella royndum, eitt nú innan fakfelagsarbeiði, málsviðgerð, arbeiðsmarknaðarviðurskiftum og HR. Harumframt ynskja vit ein persón, sum:

  • Er røkin, skipað/ur í sínum arbeiði og megnar at arbeiða sjálvstøðugt
  • Er fyrikomandi og dugir væl við fólki
  • Stinn/ur í føroyskum málburði, bæði í skrift og talu

Løn og setanartreytir

Starvið er eitt hálvtíðarstarv, 20 tímar um vikuna. Møguleiki er at tillaga arbeiðstíðir eftir ynski hjá tí, ið sett/ur verður, men roknast skal við at nakrar fastar tíðir verða.

Talan er um eitt nýtt starv, sum í fyrsta umfari er eitt hálvtíðarstarv. Eftir eina royndartíð verða starvsinnihald og setanarbrøkur eftirmett.

Starvið verður sett og lønt eftir sáttmálanum millum AKF og Fíggjarmálaráðnum ella avvarðandi sáttmálaøki.

Starvsstaður er hølini hjá AKF í Tvørgøtu 3, Tórshavn.

Umsóknir 

Umsókn skal sendast við telduposti til starv@akf.fo. Umsóknir skulu vera AKF í hendi í seinasta lagi 12. januar 2021.

Nærri kunning um starvið 

Umsøkjarar eru vælkomnir at venda sær til Páll Nolsøe, formann í AKF, á tel. 551028, at fáa nærri upplýsingar. Sí kunning um AKF á www.akf.fo.

Um AKF

AKF er yvirskipað samstarvsfelag fyri fakfeløg, hvørs limir hava akademiska útbúgving. Limafeløgini í AKF eru Magistarafelag Føroya, Føroya Verkfrøðingafelag, Føroya Byggifrøðingafelag og Arkitektafelag Føroya. AKF hevur áleið 550 limir.

AKF er limur í Fakfelagssamstarvinum, ið er samstarv millum fakfeløg á almenna arbeiðsmarknaðinum. Í Fakfelagssamstarvinum eru: Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Føroya Lærarafelag, Føroya Pedagogfelag, Havnar Arbeiðskvinnufelag,  Akademikarafelag Føroya og Starvsmannafelagið.

Fleiri tíðindi