Phone hours icon Mánadag - mikudag kl. 10 - 15
29. januar 2021

Ingibjørg Berg aðalskrivari í AKF

AKF hevur sett Ingibjørg Berg í starv sum aðalskrivari í felagnum. Aðalskrivarin kemur m.a. at taka sær av ráðgeving til limir felagsins og vera við til at menna AKF sum felag.

Ingibjørg Berg er fødd í 1964 og útbúgvin stjórnmálafrøðingur. Hon hevur drúgvar royndir í politiskari fyrisiting og frá álitisstørvum. Ingibjørg var kommunustjóri hjá Tórshavnar kommunu 2009-2016. Síðani 2016 hevur hon havt egið virkið, ið veitir ráðgeving innan leiðslu, strategi og starvsfólkaviðurskifti.

Hon tekur við starvinum sum aðalskrivari 1. februar.

Aðalskrivarastarvið er eitt nýtt starv. Starvið er eitt parttíðarstarv. 15 umsøkjarar vóru til starvið.

Akademikarafelag Føroya (AKF) er yvirskipað samstarvsfelag fyri fakfeløg, hvørs limir hava akademiska útbúgving. Limafeløgini í AKF eru Magistarafelag Føroya, Føroya Verkfrøðingafelag, Føroya Byggifrøðingafelag, Arkitektafelag Føroya og Felagið Føroyskir Sálarfrøðingar. AKF varð stovnað í 2008 og umboðar áleið 550 limir.

Fleiri tíðindi