16. november 2022
Álitisfólkaskeið
AKF skipar nú fyri álitisfólkaskeiði. Skeiðið verður tveir fylgjandi mikudagar – 23. og 30 november 2022.
Endamálið við skeiðnum er at lata álitisfólkini í til álitisfólkauppgávuna.
Hetta er fyrsta skeið av tveimum, og ætlanin er at geva álitisfólkunum hjá felagnum eitt grundleggjandi yvirlit yvir regluverkið, ið tey, sum álitisfólk, skulu halda eyga við sambært fyrra liðininum í § 5 í reglugerðini fyri álitisfólk: ”Álitisfólkið hevur skyldu at ansa eftir, at lógir, sáttmálar og fyriskipanir, sum galda fyri arbeiðsplássið sum heild, verða yvirhildin”. Komandi ár er ætlanin at viðgera hin partin av álitisfólkauppgávuni, sum er at vera samstarvsfelagi og sparringspartur hjá leiðsluni, sum er seinna liðið í § 5: ”....virka fyri best møguligum samstarvi millum limirnar og leiðsluna", um rættin til medávirkan, sum m.a. framgongur av § 15 í sáttmálanum, og orðingar í starvsfólkapolitikki landsins um kunningar- og hoyringsrætt.
Undirvísari verður Dánjal Højgaard, løgfrøðingur, sum í fleiri ár hevur starvast sum løgfrøðingur í Starvsfelagnum og hevur holla vitan um føroyska arbeiðsmarknaðin og starvsfólkarætt yvirhøvur.