Phone hours icon Mánadag - mikudag kl. 09:00 - 14:00
21. mars 2023

Avtala við Føroya Arbeiðsgevarafelag

Fundur hevur verið millum AKF og Føroya Arbeiðsgevarafelag um avtalu á privata arbeiðsmarknaðinum.

AKF fær nógvar fyrispurningar frá limum, sum starvast á privata arbeiðsmarknaðinum. Viðurskiftini, spurt verður um, bera boð um, at brúk er fyri meira skipaðum viðurskiftum. Hetta hevur verið viðgjørt á fundi millum limafeløgini í AKF nakrar ferðir, og semja er um, at neyðugt er at fáa eina avtalu við Føroya Arbeiðsgevarafelag.

Í januar var fundur millum AKF og Føroya Arbeiðsgevarafelag, sum avtalaðu at skipa viðurskiftini hjá akademikarum á privata arbeiðsmarknaðinum betri. Avtalað varð í fyrstu syftu at gera ein leist fyri einum setanarsáttmála, sum partarnar binda seg til at fylgja. Ábyrgdarpersónar vórðu tilnevndir, og arbeiðið er sett í gongd.

 

Fleiri Tíðindi