12. apríl 2023
Aðalfundur 28. apríl 2023
Akademikarafelag Føroya hevur aðalfund 28. apríl 2023 klokkan 17.00 í Tvørgøtu 3.
Allir limir í limafeløgunum eru vælkomnir, og skulu boða sínum felag frá luttøku í seinasta lagi mikudagin 26. apríl klokkan 12.00.
Skráin er sambært viðtøkunum.
Hesi uppskot eru komin til aðalfundin:
Uppskot til viðtøkubroytingar sambært § 8, stk. 5, pkt 5
Aðalfundurin 2022 staðfesti, at ein trupulleiki er við ásetingunum í viðtøkunum v.v. vali av formanni og næstformanni, tí tá hesir verða valdir fyri 2 ár, fylgir hetta ikki altíð valskeiðinum í limafeløgunum, har umboðini í AKF verða vald forskotið fyri 2 ár. Aðalfundurin bað nevndina gera uppskot til viðtøkubroytingar til aðalfundin 2023. Nevndin skjýtur umframt tað upp nakrar dagføringar í viðtøkunum.
Uppskot frá nevndini:
§ 6. Dagligu leiðsluna av AKF hevur nevndin.
Stk. 3. Millum teir av feløgunum tilnevndu nevndarlimir, verða formaður og næstformaður valdir (annað hvørt ár á aðalfundinum fyri 2 ár í senn). Verður broytt til hvørt ár á aðalfundinum fyri 1 ár í senn.
Stk. 4. Í aðrar mátar skipar nevndin seg sjálv við kassameistara (og skrivara). "og skrivara" verður strikað
……………….
§ 8. Ársaðalfundurin hjá AKF verður hildin (hvørt ár í apríl mánaði við luttøku av limunum í limafeløgunum.) Broytt til hvørt ár í apríl ella mai mánaða við luttøku av limunum í limafeløgunum.
Stk. 2. Tað áliggur nevndini í AKF at fyrireika aðalfundin
Stk.3. Aðalfundurin skal fráboðast limafeløgunum og lýsast á heimasíðu felagsins 2 mánaðir frammanundan. Aðalfundurin skal fráboðast í fjølmiðlunum 14 dagar frammanundan, og áminning verður send limafeløgunum og løgd á heimasíðu felagsins.
Stk. 5. Skrá fyri aðalfundin:
1. Val av fundarstjóra og skrivara
2. Frágreiðing um virksemi felagsins í farna skeiði
3. Framløga av grannskoðaðum roknskapi til góðkenningar
4. Ásetan av limagjaldi
5. Viðgerð av innkomnum málum, uppskotum og viðtøkubroytingum
6. Fráboðan frá nevndunum í limafeløgunum um tilnevning av nevndarlimum og eykalimum í AKF (annaðhvørt ár)
7. Val av formanni og næstformanni fyri (2 ár (annaðhvørt ár)); Broytt til: fyri 1 ár í senn. Fyri formannin er hetta galdandi frá aðalfundinum 2024, fyri næstformannin frá aðalfundinum 2023.
8. Val av grannskoðara
9. Ymist
Stk. 6. Atkvøðugreiðslurnar skulu vera skrivligar, krevja í minsta lagi 2 limir tað. Atkvøðast kann ikki við fulltrú.
§ 13. Ársaðalfundurin velur ein grannskoðara(, sum skal vera statsautoriseraður ella skrásettur). Teksturin í klombrum verður strikaður.
Uppskot til limagjald sambært § 8, stk. 5, pkt 4
Á seinasta aðalfundi varð boðað frá, at nevndin á aðalfundinum 2023 fór at skjóta upp at hækka limagjaldið til 140 kr. um mánaðan pr. lim frá 1. januar 2024.
Vegna nevndina í Akademikarafelagi Føroya
Páll Nolsøe, formaður