Phone hours icon Mánadag - mikudag kl. 09:00 - 14:00
17. apríl 2023

Álitisfólkaval

Vikurnar 17., 18. og 19, tvs frá 24. apríl til 14. mai 2023 heita vit á limir okkara um at velja álitisfólk. Eru álitisfólk vald í 2022 ella 2023, er ikki neyðugt at velja umaftur.

Limir í limafeløgum hjá AKF (tað eru Føroya Verkfrøðingafelag, Føroya Byggifrøðingafelag, Magistarafelag Føroya, Arkitektafelag Føroya og Felagið Føroyskir Sálarfrøðingar) kunnu velja sær álitisfólk og varaálitisfólk, tá tað á einum stovni, virki ella eini deild starvast í minsta lagi 3 persónar tilsamans á almenna arbeiðsmarknaðinum og 5 persónar tilsamans á privata arbeiðsmarknaðinum, sum eru settir sambært sáttmálanum hjá AKF. Eru færri enn 3 persónar á einum stovni ella eini deild á almenna arbeiðsmarknaðinum, sum eru settir sambært sáttmálanum hjá AKF, kunnu hesi lata seg umboða av einum álitisfólki hjá einum øðrum akademikarafelag, um tað hevur eitt álitisfólk á stovninum ella deildini, ella sjálvi umboða hesi.

Fyri at verða álitisfólk krevst, at ein er settur sambært sáttmálanum hjá AKF, og at ein er limur í einum limafelagi hjá AKF. Fyri at verða álitisfólk skal ein eisini hava starvast fulla tíð og hava verið í starvi sínum í í minsta lagi eitt ár, uttan so at tað av serligum orsøkum gerst neyðugt at víkja frá hesum.

Persónar, sum ikki eru limir í limafelagi hjá AKF, kunnu ikki vera álitisfólk hjá AKF. Heldur ikki kunnu persónar, sum ikki hava fulltíðarstarv ella hava verið í starvi sínum í í mista lagi eitt ár (uttan so at tað av serligum orsøkum gerst neyðugt at víkja frá hesum) ella persónar, sum hava leiðsluábyrgd, vera álitisfólk, t.v.s. deildarstjórar, deildarleiðarar og ráðgevarar, sum hava leiðsluábyrgd av starvsfólkum.

Øll, sum eru sett sambært sáttmálanum hjá AKF, kunnu atkvøða, um tey ikki hava leiðsluábyrgd (sí greining av hesum omanfyri). Tað er ikki krav, at ein er limur í limafelagi hjá AKF fyri at kunna velja álitisfólk.

Valið av álitisfólki hevur gildi, tá tað er góðkent av AKF og fráboðað leiðsluni á avvarandi arbeiðsplássi. Henda fráboðan eigur at verða gjørd í seinasta lagi 14 dagar eftir valið. Boðið frá á skrivstova@akf.fo.

Í juni í 2023, tá álitisfólk eru vald og góðkend, skipar AKF fyri einum kunnandi fundi um ábyrgdir, heimildir og rættindi hjá álitisfólkum, seinni í ár er ætlanin at hava álitisfólkaskeið.

Fleiri Tíðindi