Phone hours icon Mánadag - mikudag kl. 10 - 15
24. mai 2023

Fakfeløg, umhvørvið og bústaðir 27. mai klokkan 20.00 í Reinsarínum

Eru tíni rættindi tryggjað? Fert tú at fáa eitt stað at búgva? Og hvussu tryggja vit umhvørvið framyvir?

Hesi evnini taka vit upp saman við fakfeløgunum leygarkvøldið 27. mai á Reinsarínum í Havn.

Tú skalt vænta tær eina spikahamrandi feita skrá við tónleiki frá RSP og Páll Oddi (úr Páll Finni Páll), skemt við Jákup Veyhe, upplegg frá Maritu Rasmussen og sofaprát um avbjóðingarnar innan umhvørvið og bústaðir, har umboð úr áhugafelagsskapum og fakfeløgunum luttaka.

Tiltakið er ókeypis og øll eru vælkomin.

SKRÁIN

* Páll Oddur (Páll Finnur Páll) framførir

* Marita Rasmussen, stjóri á Havstovuni og fyrrverandi stjóri í Vinnuhúsinum, um týdningin at vera í
   fakfelagi

* Jákup Veyhe skemtar

* Sofaprát um umhvørvið og bústaðartrupulleikar. Dánjal Højgaard er orðstýrari. Luttakarar:
  Elsa Berg, Veðurlagslóg NÚ
  Birita Fritleifsdóttir Kjærbæk, starvsfólk á Umhvørvisstovuni og Starvsfelagið
  Jógvan Philbrow, Pedagogfelagið
  Jan Jakobsen, stjóri í LÍV
  Elin Hentze, áhugafelagið Búgva
  Súni Selfoss, Starvsfelagið og nevndarlimur í LÍV
  Páll Nolsøe, Akademikarafelag Føroya

* RSP endar kvøldið við framførslu

***
Tað eru fakfeløgini í Fakfelagssamstarvinum, sum skipa fyri tiltakinum. Hesu eru:
Akademikarafelag Føroya
Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar
Føroya Lærarafelag
Føroya Pedagogfelag
Havnar Arbeiðskvinnufelag
Heilsuhjálparafelag Føroya
Starvsfelagið 

Fleiri tíðindi