14. september 2023
Tiltak fyri álitisfólk um leiklutin sum hjásiti
Mikudagin 27. september 2023 hevur AKF eitt seinnapartstiltak fyri álitisfólkum við evninum ”Gert ein betri hjásiti”.
Birita Hammer Jacobsen og Bára Sólheim Guttesen greiða frá hjásitaleiklutinum og geva góð ráð og vegleiðing um tað at vera hjásiti í starvsfólkamálum.
Tiltakið verður í Havn, freistin at melda til er mikudagin 20. september.