28. november 2023
Nýggjur sáttmáli við landsstýrið
Eftir drúgvar samráðingar er loksins komið á mál, og Fíggjarmálaráðið og AKF hava undirskrivað nýggjan trý ára sáttmála. Sí semjuna her. https://landsstyri.cdn.fo/savn/zslfjgtx/semja.pdf?s=01D9VYjRn_SznUHvhquoM-yZk4s
Fyrsti samráðingarfundurin var í oktober 2022, tá partarnir handaðu hvørjum øðrum krøvini. Tá val varð skrivað út, steðgaðu samráðingarnar til í apríl 2023. Fleiri samráðingarfundir vóru fram til summarferiuna, tá ein steðgur aftur var í til í september 2023. Tá ið so Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar fóru til seming og síðani í verkfall, kom aftur steðgur í samráðingarnar, tí hóast stutt tá var eftir á mál, helt AKF tað ikki vera hóskandi at gera semju, sum kundi ávirka støðuna á arbeiðsmarknaðinum.
Nýggi sáttmálin verður lagdur á heimasíðuna, tá hann er liðugt samanskrivaður. Lønartalvurnar eru dagførdar, soleiðis at tit kunnu kanna eftir, um tit fáa røttu eftirreguleringina – væntandi við lønini fyri desember 2023. Limir, sum eru í iva, eru vælkomnir at seta seg í samband við AKF.