10. september 2026
Kvinnur hava framvegis høvuðsábyrgdina heima
Kanningin, sum AKF og BLF lótu gera, vísir, at menn í akademiskum størvum taka ein størri part av húsarhaldsuppgávunum enn miðal føroyski maðurin. Kortini eru tað framvegis kvinnurnar, sum bera størstu ábyrgdina av arbeiðinum heima.
Tølini vísa, at kvinnur brúka meira tíð enn menn uppá ólønt arbeiði í heiminum. Umleið 62% av kvinnunum og 50% av monnunum meta seg brúka meira enn 10 tímar um vikuna uppá at taka sær av familjuni.
Munurin verður enn týðiligari, tá hugt verður at høvuðsábyrgdini fyri húsarhaldinum. Meira enn helvtin av kvinnunum siga seg hava høvuðsábyrgdina av, at húsarhaldið hongur saman, meðan bert 13% av monnunum meta seg hava hesa ábyrgd. Eisini er munur á, hvussu kynini uppliva býtið av arbeiðinum. Meðan góð 56% av monnunum halda, at ábyrgdin er javnt býtt í húskinum, eru bert umleið 39% av kvinnunum samdar í hesum. Sum ein kvinna orðaði tað í kanningini: „Ger eingin annar tað, so geri eg tað.“
Ymiskir faktorar eru orsøk til møði hjá kvinnum og monnum
Kanningin bendir á, at tað ikki er tað sama, sum elvir til møði hjá monnum og kvinnum. Hjá kvinnum er tað serliga trýstið frá heimalívinum og ábyrgdin av heiminum, sum tekur av orkuni og kann ávirka arbeiðslívið. Hjá monnum er tað í størri mun arbeiðslívið, sum elvir til møði og kann hava neilig árin á heimalívið.
Ein møgulig frágreiðing er siðbundnu kynsleiklutirnir, har kvinnur framvegis í størri mun kenna seg hava høvuðsábyrgdina av heimi og familju. Hetta merkir, at kvinnur ikki bara skulu røkja sínar uppgávur, men eisini í størri mun bera ábyrgdina av at fáa gerandisdagin at hanga saman.
Samlaða arbeiðstíðin elvir til kensluliga útlúgving
Tá lønta og ólønta arbeiðstíðin verður løgd saman, vísir kanningin, at serliga kvinnur við børnum kunnu koma upp á meira enn 50 tímar um vikuna í samlaðari arbeiðstíð. Hetta er eitt mark, sum gransking vísir kann hava neiligar avleiðingar fyri heilsuna.
Hetta sæst eisini aftur í trivnaðinum. Nógvu uppgávurnar gera, at kvinnur í minni mun enn menn fáa slappa av og sum heild kenna seg meira útlúgvaðar. Tá limirnir vórðu spurdir, í hvønn mun tey kendu seg rólig og avslappað, vóru menn í munandi størri mun enn kvinnur samdir í, at teir kendu seg soleiðis.
Tað er tí ikki óvæntað, at ynskið um styttri arbeiðsdag er størri hjá kvinnum enn monnum. Kundu limirnir sjálvir stýrt arbeiðstíðini, uttan at tað fekk fíggjarligar avleiðingar, høvdu bæði kynini viljað arbeitt nakað niðursetta tíð. Tó eru kvinnurnar í størri mun enn menn áhugaðar í at arbeiða færri tímar.
Kanningin um javnvág millum arbeiði og frítíð hjá akademikarum í Føroyum varð gjørd í 2025. Ingibjørg Berg og Regin Berg gjørdu hana, við stuðli frá Granskingarráðnum og stuðli og vegleiðing frá Fróðskaparsetri Føroya. Les kanningina í fullum líki HER