Phone hours icon Mánadag - mikudag kl. 09:00 - 14:00
16. november 2022

Steðgur í sáttmálasamráðingunum

Lønardeildin í Fíggjarmálaráðnum hevur boðað frá, at nú løgtingsval er útskrivað er verandi landsstýri at líkna við eina starvsstjórn. Hetta merkir, at landsstýrið ikki ger annað enn tað, sum er alneyðugt, til tess at fyrisitingin kann halda fram ótarnað, til nýtt landsstýrið er skipað.

Ein avleiðing av hesum er, at allar sáttmálasamráðingar steðga og ongar nýggjar fara í gongd fram til, at nýtt landsstýri er skipað eftir løgtingsvalið.

AKF og Lønardeildin hava havt ein fund, har sáttmálakrøvini vórðu handað. Vit bíða nú eftir, at nýtt landsstýrið er skipað, so partarnir kunnu taka uppaftur sáttmálasamráðingar.

Fleiri Tíðindi